Væl nøgdir við fyrsta túrin

Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol, er væl nøgdur við fyrsta túrin hjá risatrolaranum, Nærabergi

John Johannessen


Leygardagin kom størsti trolarin í føroyska flotanum, Næraberg, á Klaksvík við 630 tonsum av surimi og 240 tosnum av mjøli. Næraberg hevur verið til fiskiskap í tilsamans 40 dagar á sínum fyrsta túri. Sjálvur túrin vardi kortini eitt sinur longur, orsakað av trupulleikum við spæl útgerðini. Men reiðarin er væl nøgdur við úrslitið.

? Hesin túrurin hevur sýnt okkum, at tað nokk skal fara at bera til at við Nærabergi. Eg eri vísur í, at tað fer at bera til, hóast ein manning á 72 fólk gevur nógvar lønarútreiðslur, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol.

Í gjár fóru menn at landa Næraberg, og ætlanin er, at hann skal fara avstað aftur til fiskiskap hósdagin.