Mikudagin skrivaðu Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir semingsuppskotið, og er semjan galdandi fyri tíðarskeiðið 1.oktober 2005 – 1.oktober 2007.
Sambært Jarvin F. Hansen, formann í Pedagogfelagnum, fegnast tey serstakliga um, at ein loysn varð funnin á tí, sum hann nevnir kardinalpunktið: At kommunurnar hava góðtikið, at dagstovnarnir hava fingið eina økta arbeiðsbyrðu og ábyrgd í sambandi við, at grein 5 í Dagstovnalógini varð broytt.
- Hetta er ein viðurkenning av, at tað ikki ber til bara at leggja økið út, uttan at peningur fylgir við, sigur Jarvin F. Hansen, við Sosialin. Og hann greiðir frá, at broytingar í flokkingunum í lønarstiganum hava við sær, at lægsta stigið fellur burtur og at hægsta stigið fer eitt upp. Sostatt eitur lønarstigin nú 11-17 í mun til áður, 10-16.
- Eisini fegnast vit um, at við semjuni verður gjørligt at sáttmálaseta pedagogar á øllum landsins stovnum, umframt at tað fer at bera til hjá tænastumannasettum at taka tænastumannasetanina við sær í annað starv. - Sum heild eru vit nøgd, hóast ein sjálvsagt altíð kundi hugsað sær meira, sigur Jarvin F. Hansen.










