Væl nøgdir grønlendingar

Grønlendska ferðalagið, sum í farnu viku kunnaði seg um føroysk viðurskifti, fekk hópin av hugskot og góðan íblástur á ferðini, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni

Vitjan

- Vit kunnu læra nógv av føroyskum loysnum. Hetta var niðurstøðan hjá flestu av grønlendsku gestunum, sigur Ole Rud, stjóri í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum.
Teir hildu at partar av føroysku umsitingini eru minni og effektivari enn í Grønlandi. Til dømis var nógv spurt um føroysku skattaskipanina og einføldu loysnirnar hon byggir á. Útbúgvingarverki og høga føroyska útbúgvingarstøði var nógv umrøtt. Føroyska Arbeiðsloysisiskipanin vakti eisini áhuga.
Á vinnuliga økinum hildu teir at Føroyar var komið fitt ávegis seinnu árini, og somuleiðis tá tað kemur til infrastruktur.
Í kjakinum millum gestirnar og føroysku luttakararnar var staðfest, at vit hava somu trupulleikar á ávísum økjum, t.d. stóra almenna ognarlutin í vinnulívinum og í at fáa eina effektiva kapping á einum lítlum marknaði.
Tað var Arbeiðsgevarafelagið í Grønlandi sum skipaði fyri vitjanini í farnu viku og 40 vinnulívsfólk, politikarar og embætisfólk luttóku.
Endamáli við ferðini var at kunna seg um føroyar, hvussu vit hava skipað samfelagið, umsiting og vinnuviðurskiftir. Vinnuhúsið hevði lagt dagarnar í Føroyum til rættis. Talan var bæði um fyrilestrar, tjak og virkisvitjanir.