Væl minni valluttøka á Hálsi

Seinastu báðar tímarnar valhølið á Hálsi í Havn var opið, minkaði valluttøkan úr at verða størri enn seinast til at gerast væl minni 9.894 fólk valdu á størsta valstaðnum í landinum, Ítróttahøllini á Hálsi. Tað vísir endaliga uppgerðin hjá valstýrinum fyri Tórshavn.

Meðan valluttøkan mitt seinnapartin lá prosentvís munandi omanfyri luttøkuna fyri fýra árum síðani, so hasaði so nógv av seinastutríggjar tímarnar, at samlaða valluttøkan at enda lá væl niðanfyri hana, fyri fýra árum síðani.

Nú nógvu starvsfólkini hjá Tórshavnar kommunu eru byrjað at telja atkvøðurnar ber til at staðfesta, at 9.894 fólk hava verið á vali á Hálsi í dag, og svarar hetta til 87,8% av teimum 11.265, sum høvdu valrætt.

Hetta tal er tó minni, bæði n umeriskt og í prosentum, samanborið við valið 20. Januar 2004, tá 11.118 fólk høvdu valrætt. Tá nýttu 10.132 høvi at gera sína skyldu og fara á val, og tað svarar til 91,1% av samlaðu veljarunum.

Sum nevnt eru tey her í Høllini á Hálsi farin undir at telja atkvøðurnar, og meiri verður at frætta seinni, nær eitt endaligt úrslit fyriliggur.