Væl mannað svimjilandslið

Talan verður um stóran hóp, sum í summar fer til Rhodos at royna seg. Ikki færri enn 17 svimjarar eru nú tiknir út til svimjilandsliðið, og næstu nógvu vikurnar er tað fyrst og fremst fyrireiking til Oyl, sum fyllir teirra gerandisdag.

- Talan verður fyrst og fremst um venjing. Fleiri av svimjarunum hava aldur til at kappast á SUM-kappingini í Vági í mai. Men hjá fleiri verður talan helst um avmarkingar, tí tað gevur ikki altíð bestu fyrireikingarnar, um kappast verður somikið stutt undan sjálvum Oyggjaleikunum, sigur Jón Bjarnason, landsliðsvenjari.

Hvussu nógv hvør einstakur svimjari skal venja, er individuelt. Men í meðal sigur landsliðsvenjarin, at hjá teimum, sum svimja langar teinar, er talan um ein 30 tímar í hylinum um vikuna. Hjá sprintarunum eru sjálvir svimjitímarnir um 20 hvørja viku, umframt at tey eisini skulu styrkisvenja.