Væl mannað floksting

Leygardagin 17.10: Nógv fólk er møtt upp á flokstinginum hjá Tjóðveldisflokkinum, sum verður hildið í B68 húsinum á Svangaskarði á Toftum

 

Áhugin millum liminar í Tjóðveldisflokkinum er stórur fyri árliga flokstinginum, sum verður hildið á Svangaskarði nú um vikuskiftið. Øll lokalfeløg floksins eru umboðað.

Fullveldismálið var til viðgerar beint eftir formansfrágreiðingina í gjárkvøldið. Hetta kjakið var drúgt, og fleiri vóru, sum hildu, at flokkurin hevur bakkað ov langt í nýggju samgongusemjuni. Hesi sjónarmið komu serliga frá limum í Unga Tjóðveldinum.

Fundarluttakararnir samdust kortini um, at tað var rætt av Tjóðveldisflokkinum at bakka, fyri at tað yvirhøvur skal bera til at koma víðari á fullveldisleið.

Flokstingið viðger í løtuni nøkur uppskot til bygnaðarligar broytingar í flokkinum. Seinni skal flokstingið eisini viðgera uppskot til broytingar í stevnumiðum floksins, sum síðani skulu viðgerast víðari á einum eyka flokstingi.