Væl løntur stjóri

Tað loysir seg at vera nevndarformaður og stjóri í bilafyritøkuni Ford Motor, tí sambært Reuters fekk Bill Ford Jr. meiri enn 125 milliónir krónur inn á lønarkontuna í fjør.

Tann vanliga lønin hjá nevndarformanninum og stjóranum var ikki meiri enn góðar átta milliónir krónur, men harumframt fekk hann bonus og partabrævaágóða, sum góvu honum einar 117 milliónir krónur.

At Bill Ford Jr. er so væl løntur hevur kanska samband við, at hann er langabbasonur Henry Ford, sum grundlegði Ford-fyritøkuna. Tí hinir stjórarnir eru ikki so væl løntir. Næsti maður hansara, James Padilla, fekk góðar 40 milliónir krónur inn á sína kontu í fjør, og tá eru bonusið og partabrævaágóðin íroknað, skrivar Reuters.