Skjøl, sum danska blaðið B.T. hevur fingið innlit í, vísa, at summir spunamenn hjá donsku stjórnini hava eina ársløn, sum liggur oman fyri eina vanliga ráðharraløn Eitt nú skrivar blaðið, at Søs Marie Serup, sum er spunamaður hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, fær 1.257.012 krónur í løn um árið, sum er umleið 100.000 krónur meiri, enn ráðharrin Bertel Haarder fær í løn.
Skjølini hjá B.T. vísa eisini, at spunamaðurin hjá Lene Espersen, búskaparmálaráðharra hevur fingið 100 prosent lønarhækking síðani 2001, og at spunamenninir yvirhøvur hava havt nógv størri lønarhækking enn onnur í danska samfelagnum.