Væl løntir semingsmenn

Næstan 100.000 krónur kostaði tað Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelag at fáa semingsmenn at loysa trætuna við Maskinmeistarafelagið, sum hevur fingið líka stóra rokning

Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen komu væl frá uppgávuni sum semingsmenn millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Maskinmeistarafelagið hinumegin.
Semingin byrjaði ein fríggjadag klokkan 16, og longu leygarkvøldið skrivaðu partarnir undir.
Men sjálvt ein skjót semja kostar.
Semingsmenn brúka nakað av tí at seta seg inn í viðurskiftini, og tað gjørdu hesir báðir eisini.
Tímatalið hjá semingsmonnunum kom tí samanlagt upp á 148 tímar.
Sambært rokningini varð avtalað frammanundan, at tímaløn teirra skuldi vera 1300 krónur.
Rokningin frá semingsmonnunum Allan Skaalum, stjóra í Rúsdrekkasølu Landsins og advokatinum Niels Winther Poulsen bleiv harvið 192.000 krónur og býta í helvt millum partarnar. Maskinmeistarafelagið skal gjalda 96.200 krónur, og Fíggjarmálaraðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skulu tilsamans gjalda 96.200 krónur.

Aðrir krevja meira
1300 krónur er høg tímaløn, men semingsmenn hava onkuntíð skrivað størri rokningar.
Fyri góðum ári síðan, tá ið semingsmenninir Terji Sigurðsson og Hákun Steingrímsson, skrivaðu sína rokning fyri seming á arbeiðsmarknaðinum, tóku teir meira rívan til. Teir kravdu 1500 krónur um tíman hvør.
Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, mundi svímað, tá ið hann fekk ta rokningina, tí frammanundan høvdu semingsmenn tikið 1000 krónur fyri tíman. Men einki var at gera, tísemingsmenninir ásettu sjálvir tímalønina.
Hesaferð varð tímalønin ásett frammanundan.