Væl lønt meiri skatt

Andstøðan í Danmark heldur, at fólk, sum forvinna meiri enn eina millión krónur, skulu rinda meiri skatt enn nú Í Danmark fyrireika Sosialdemokratarnir og Sosialistiski Fólkaflokkurin eitt uppskot, sum skal áleggja teimum best løntu donsku skattaborgarunum at rinda meiri skatt enn nú.

TV2 visti í gjár at siga, at sambært uppskotinum skulu øll, sum forvinna meiri enn eina millión krónur, rinda fim prosent eykaskatt av tí, sum inntøkan fer upp um ta fyrstu milliónina. Ein tílík broyting fer at raka umleið 20.000 danir.

Umframt skattahækkingina ætla Sosialdemokratarnir og SF at avmarka skattafrádráttin fyri prvatar pensjónsuppsparingar.

Henrik Dam Kristiansen, sum er skrivari hjá sosialdemokratiska tingbólkinum, váttar fyri TV2, at flokkarnir arbeiða við einum skattauppskoti, men meiri vil hann ikki siga.