Prísirnir á Fiskamarknaðinum eru falnir tær seinastu vikurnar. Í november togaði prísurin á longu í 14 krónur, og brosmuprísurin kom upp um 9 krónur. Í dag var aftur væl av longu og brosmu á uppboðssøluni, men meðalprísirnir vóru meiri enn tvær krónur lægri enn í november.
Umleið 50 tons av longu vóru á uppboðssøluni í dag. Longa I og II fóru fyri knappar 12 krónur kilo, og meðalprísurin á longu III var 9,98 krónur.
Av brosmu vóru knappliga 40 tons. Brosma II fekk meðalprísin 6,99 krónur, og brosma III fór fyri 6,75 krónur fyri kilo.
Av øðrum vóru eitt nú fimm tons av blálongu og fimm tons av toski. Blálongan fór fyri 9,53 krónur fyri kilo, toskur III fyri 14,34 krónur og toskur IV fyri 13,13 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 111 tons fyri eina millión og 120.000 krónur í dag.