Leygardagin varð tann heimskendi enski náttúrumaðurin David Attenborough tilnevndur heiðursdoktari við lærda háskúlan í Reykjavík, Háskóla Íslands.
David Attenborough er føddur í London 8. mai í 1926 og hevur sostatt nýliga fylt 80. Hann fekk sær útbúigving innan náttúrufrøði á lærda háskúlanum í Cambridge og fekk rættiliga skjótt starv hjá BBC. Har hevur hann gjørt ikki færri enn 20 røðir við sendingum úr náttúruni í øllum heimspørtum og øllum heimshøvunum, og hann hevur eisini skrivað 21 bøkur við ymsum evnum úr náttúruni.
David Attenborough hevur langt síðani fingið aðalsheiti frá Elizabeth drotning, so hann kann nýta tilnevnið Sir. Tey seinastu 20 árini hevur hann verið virkin í orðaskiftinum um at verja náttúruna. Eitt nú er hann heitur talsmaður fyri at verja frumskógin, eins og hann stryðjar tey, ið royna at verja hótt djórasløg.