Væl fyrireikaður ákæri

Tað fall í lutin hjá Lindu Hesselberg at verða almenni ákærin í vælsaktans Føroya størsta rættarmáli.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Rættur viðgerð eitt rættiligt drápsmál, tí øll drápsmál framman undan hava verið játtanarmál. Nú viðgerð Føroya Rættur fyri fyrstu ferð eitt drápsmál, har ákærdi noktar seg sekan.

Fyri at gera málið enn tvørligari hevur heldur ikki eydnast at finna líkið av Dánial Petur Hansen, hóast leitað hevur verið leingi og víða.

Men uttan mun til, um tað snýr seg um størsta mál í Føroya søgu, ella tað snýr seg um rúsdrekkakoyring, so er Linda Hesselberg óalmindiliga væl fyrireikað.

Tað gav at bíta, tá verjin, Anfinn V. Hansen, vildi vera við, at ákærdi ongantíð var konfronteraður við dna á einari fartelefon hjá Pidda. Tað gingu akkurát 10 sekund, so hevði Linda blaðað upp í einum av talstóru ringbindunum og var til reiðar at lesa upp úr samanum tøkuni hjá Rejseholdet.

- Og at eg havi rætt, fáa vit øll at hoyra, tá avhoyringin verður spæld av í rættinum hósdagin, legði hon aftrat.