Tað eru væl fleiri kvinnur enn menn, sum hava søkt inn á Fróðskaparsetrið í ár, og tað sæst eisini aftur í kynsbýtinum av teimum, sum fingu bjóða pláss á bachelorútbúgvingunum.
Serliga er tað á sjúkrarøktarfrøði, har kvinnurnar eru vælumboðaðar. Ikki færri enn 29 av teimum komandi 30 sjúkrøktarfrøðingunum eru kvinnur, meðan eitt einsamalt mannfólk er millum floksfelagarnar. Somuleiðis eru tað bert fýra av teimum 35 lestrarplássunum á námsfrøði, sum verða tikin av mannafólki.
Einastu lærugreinarnar, har tað vera fleiri mannfólk enn kvinnur, er á søgu, orkuverkfrøði, orkuvísindi, orkuvísindi og støddfrøði, umframt á hjánámi í støddfrøði. Her eru lutføllini tó rættiliga jøvn millum kynini – á søgu og orkuverkfrøði eru 40 prosent kvinnur og 60 prosent mannfólk.
Til samans eru 69 prosent av teimum komandi bachelorlesandi kvinnur, meðan 31 % eru mannfólk.










