Væl eydnað renni- og gongutiltak

Sandvíkar.

Í vikuskiftinum varð fyri aðru ferð skipað fyri VILT de Suðuroy, sum er ein renni/gongutúrur úr Sumba til Sandvíkar. Samlaði teinurin er býttur í fýra styttri teinar. Fyrsti teinur, sum er 11 km, er fríggjadag, næsti teinur leygarmorgun er 9 km, triði teinur leygardag er 10 km, meðan fjórði og seinasti teinur sunnumorgun er 14 km.

Við vóru luttakarar úr øllum landinum, umframt yvir 30 íslendingar. Summir luttakarar runnu allar teinarnar, aðrir runnu og gingu, meðan aðrir gingu allan vegin. Einir 50 luttakarar búðu í skúlanum í Porkeri, íslendingarnir búðu í Lopra og hini búðu hjá kenningum ella aðrastaðni.

Pól Sundskarð úr Treysti, sum venur til at renna 7xMarathon í 6 dagar á Bornholm í summar, luttók eisini. Sum ein liður í tí venjingini, rann hann allan teinin úr Sumba til Sandvíkar í einum leygarmorgunin.

Umframt hugnan, renning og gongd, varð eisini vitjað í Vágs og Tvøroyrar Kirkju, umframt at hugni var á skránni í Porkeri og á Seglloftinum á Tvøroyri.