Vinnarin sunnudagin, Kenneth Ellefsen, var rættiliga væl nøgdur við kappingina í ár.
? Hetta er fjórða árið, eg luttaki, og eg má siga, at í ár hevur kappingin verið tann besta higartil.
Kenneth vísti á, at undanfarin ár hevur tónarlagi millum súkklararnar ikki verið av tí besta, orsakað av ymiskum ósemjum, men í ár hevur verið øðrvísið.
-Á tí persónliga økinum kundi gingið betur, men tað taki eg ikki so tungt, tí eg havi haft nakrar góðar dagar her í Føroyum, og tað er tað týdningarmesta.
Kenneth var eisini fegin um at sleppa at súkkla etapu-súkkling, tí tað er ikki á hvørjum degi hann sleppur tað. Í Danmark eru tað bara teir fremstu súkklararnir, ið royna seg í kappingum, sum fevna um fleiri dagar, og tí var Kenneth fegin um at sleppa royna tað.
? Í Danmark eru vit vanir við, at súkkla somu teinar ár aftaná ár, og í hesari kappingini sleppur man at súkkla, sum hann sjálvur tekur til frá strekki a til b, og tað dámar teimum flestu súkklarunum best, segði Kenneth eftir kappingina.
Kenneth var ikki í iva, tá hann varð spurdur um hann ætlaði sær at luttaka aftur næsta ár, -Sjálvandi veri eg við aftur næsta ár, vóru síðstu orðini frá Kenneth, áðrenn hann skuldi gera seg til reiðar til endaveitsluna sunnukvøldið