Sunnudagin skipaði Club 20 fyri dartkapping í hølum felagsins, og frá fyriskiparunum frætta vit, undirtøkan var sera góð.
Ikki færri enn 32 luttakarar høvdu boðað frá luttøku, og fyri at minka eitt sindur um talið, vórðu hesir fyrst býttir í fýra bólkar, har seks teir fremstu komu víðari.
Hesir vórðu so aftur býttir í fýra bólkar, og eftir hetta sluppu teir báðir fremstu í hvørjum bólkinum at fram í sonevnda cup-skipanini..
Petur vann
Eftir at seinastu 16 leikararnir sostatt høvdu stríðst við at sláa hvønn annan úr kappingini, endaði alt við, at Petur Grønagarð úr Argja Dartfelag stóð við vinnarasteypinum, eftir at hann í finaludystinum hevði bast Peturi Thomsen úr dartfelagnum, Strálan.
Á einum samlaðum triðja plássi vóru Henrik Pedersen og Alvin Egholm úr ávíkavist Havnar Dartfelag og HR-Dart.
Eisini vórðu vinningar latnir til leikararnar, sum høvdu hægsta útgangin á einum spæli og sum megnaðu at kasta fægst pílar fyri at vinna eitt spæl. Hægsta útgangin hevði Petur Grønagarð, sum nýtti tríggjar ørvar til at broyta 142 til 0, meðan Henrik Pedersen ta einu ferðina einans nýtti 13 ørvar til at enda eitt spæl.
Eftir kappingina lat Føroya Bjór steyp og vinningar til teir fýra omanfyrinevndu, og fyrireikararnir kundu líta aftur á eitt sera væl eydnað tiltak.
Eingin ivi er um, at hetta tiltakið verður roynt aftur komandi ár, vóru boðini úr Club 20.
Rætting
Annars nevndu vit í fríggjadagsblaðnum, at hetta varð seinasta dartkappingin í hesum kappingarárinum.
Vit hava síðani frætt, at okkara upplýsingar ikki vóru rættar, og tað komandi tíðina verða hildnar fimm opnar kappingar, umframt eitt umfar í liðkappingini og sjálvandi FM-fyri einstaklingar.