29 ára gamli Rókur Jákupsson Jacobsen kendi seg væl brynjaðan fakliga, tá hann fór undir lesnað á Roskilde Universitet (RUC), eftir at hava lisið stjórnmálafrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
- Fakliga støðið á útbúgvingini í stjórnmálafrøði var fult á hædd við tað, eg kom til á RUC, so eg kendi meg rættliliga væl fyri frá byrjan. Hartil bleiv skiftið sera lætt, tí Fróðskaparsetrið hevur tætt samstarv við RUC, og í ávísan mun er frálæran á báðum støðum skipað eftir sama leisti, sigur hann.
Rókur var við í fyrsta flokkinum, sum byrjaði at lesa stjórnmálafrøði í 2000, tá Setrið fyrstu ferð bjóðaði útbúgvingina fram. Men hóast hølisumstøðurnar vóru rættiliga primitivar, minnist hann bara gott aftur á lestrartíðina.
- Setrið lat okkum fáa eitt hús, ið vit kundu brúka, sum vit vildu til fyrireiking, uppgávuskriving og annað. Tað var eitt fantastiskt stað, har vit enntá høvdu atgongd til internetið, sum als ikki var so vanligt tá. Eg helt faktiskt fram at brúka húsið, eftir at eg var farin niður at lesa og kom heim at skrivar onkrar uppgávur, minnist Rókur.
Føroyska útbúgvingin í stjórnmálafrøði vísti seg at vera ein fín lopfjøl, tá Rókur seinni valdi at lesa víðari á RUC, har hann las sosiologi og samskifti. Fakini bygdu nátúrliga á hvørt annað, og tá Rókur fór undir at skriva serritgerð, fekk hann ein føroyskan vegleiðara, sum hevði tilknýti til bæði Fróðskaparsetrið og RUC.
Hóast Rókur á ongan hátt kendi seg fakliga aftanfyri hini í flokkinum á RUC, kendist nýggja lestrarstaðið eitt sindur kollveltandi.
- Tað er jú nakað annað, tá tú knappliga situr millum fleir hundrað onnur, sum lesa tað sama, sum tú sjálvur. Tað skapar eitt umhvørvið, sum kennist sera inspirerandi fakliga. Tá tú so eisini hevur eitt tað størsta bókasavnið í ríkinum beint í nánd, kanst tú illa ynskja tær eitt betri lestrarumhvørvi, sigur Rókur.
Og tó. Eitt er, sum Føroyar sum lestrarumhvørvið hevur fram um øll onnur.
- Í Føroyum er tað ógvuliga lætt at koma í samband við politikarar, mynduleikar, serfrøðingar og keldur, tú annars hevur brúk fyri í sambandi við uppgávur og verkætlanir. Tað lættir ikka bara nógv um, men kann ofta geva eitt innlit, sum tú neyvan hevði fingið aðrastaðni sum lesandi, sigur Rókur Jákupsson Jacobsen, Cand. comm, sum í dag starvast sum samskiftisráðgevi á Sendistovuni.
Mynd: Rókur
Fakliga støðið á Søgu- og samfelagsdeildini var sera høgt, so eg kendi meg væl fyri, tá eg kom á Roskilde Universitet, sigur Rókur Jákupsson Jacobsen, sum fyrst las stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum