Í dag vóru smá 100 tons á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum, og tað mesta var frá einum línuskipi undan Íslandi og einum garnaskipi, sum hevði roynt á Lúsabankanum.
20 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 18,05 krónur, toskur II fyri 17,13 krónur, og meðalprísurin á toski III var 15,42 krónur. Knappliga 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fekk meðalprísin 10,96 krónur og hýsa III 10,19 krónur fyri kilo.
Av longu vóru umleið 23 tons. Longa I fór fyri 13,00 krónur kilo, og longa II fyri 12,50 krónur. 12 tons vóru av brosmu. Tað mesta var brosma III, sum fór fyri 8,90 krónur.
Garnaskipið, sum hevði sett á Lúsabankanum, hevði 13 tons av havtasku. Havtaska II fekk meðalprísin 26,37 krónur, og havtaska III fór fyri 26,16 krónur fyri kilo.
Tey 97 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri eina millión og 446.000 krónur.