Væl arbeitt

– Eg ivist ikki í, at Brian Kerr kemur við einari fótbóltsfilosofi, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, vit hava frammanundan, sigur John Petersen, sum kennir A-landsliðið bæði sum spælari og hjálparvenjari

FÓTBÓLTUR

 

– Mín fyrsti tanki var, at hatta var eitt veruliga stórt venjaranavn, tí Brian Kerr hevur vant eitt av teimum allarbestu A-landsliðunum í Europa, sigur John Petersen, sum við sínum 57 landsdystum er ein av okkara allarroyndastu landsliðsspælarum gjøgnum tíðirnar, umframt at hann eisini eitt skifti var hjálparvenjari, meðan Jógvan Martin Olsen var landsliðsvenjari.

– Eisini er tað spennandi, at hann ikki er komin spælaravegin, men tíðliga er byrjaður sum venjari. Eg hugsaði beinanvegin, at hatta var væl arbeitt av Fótbóltssambandinum.

John Petersen sigur seg ikki ivast í, at Kerr kemur við einari fótbóltsfilosofi, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, ið frammanundan er í Føroyum.

– Hann gongur inn fyri tøttum samstarvi við venjararnar, so um vit vilja taka ímóti, kann hann læra okkum nógv, heldur John Petersen, sum sær Brian Kerr sum helst besta boðið, ið hevur verið til tøka landsliðsvenjarasessin.

– Fyri kortum vóru trý venjaranøvn frammi sum kandidatar, og var hann uppií tá, hevði hann helst eisini tá verið tann fremsti av teimum kandidatunum. So eg ivist ikki í, at hetta er ein góður venjari, vit hava fingið.