Sterk&vøkur
Sumk nevnt aðrastaðni í hesum síðum, so fara Regin Vágadal og Sámal Jóhannis Joensen at kappast uppi á Hálsi komandi hósdag.
Umframt at kappast verður í styrki, so verður eisini ein onnur, og kanska eins spennandi kapping á skránni.
Eingin steðgur
Miss Galaxy eitur kappingin, og her verða tað føroysk konufólk, sum fara at dystast, og kappingin fevnir ikki bara um at síggja væl út.
Kappingarnar hjá kvinnunum fara fram meðan sterku menninir hvíla seg, og tí verður ikki talan um nakran langan steðg ímillum kappingirnar. Nakað sum nógv annars hava funnist at fyrr.
Í altjóða høpi
Sum nevnt, so ræður ikki bert um at rigga væl í hesari kapping, men konufólkini mugu eisini vera kropsliga væl fyri.
Tær báðar fyrstu kappingarnar skulu sprundini ganga í ávíkavist kjóla og bikini, meðan seinasta kappingin er eitt slag av forðarenning, har tær skulu sveiggja seg eftir nøkrum rimum, klintra upp um veggir og grulva gjøgnum rør.
Sum nakað heilt nýtt, fær vinnarin av hesari kapping møguleikan at sleppa út í heim at kappast.
Miss Galaxy er nevnliga ein altjóða kapping, og vinnarin av kappingini í Føroyum fær høvi at luttaka í bæði EM- og HM høpi, og verða hesar kappingarnar í ávíkavist Barcelona og Beijing.
Regin Vágadal sigur, at talið á luttakarum væntandi fer at verða millum átta og 10. Talið var annars væl høgri, men tá tað kom fram, at tær eisini skuldu vísa seg í bikini, vóru fleiri, sum lupu frá, sigur Regin, sum annars ætlar, at kappingin skal verða afturvendandi.
Sum nevnt, so verður kappingin í Ítróttahøllini á Háldi komandi hósdag kl. 20.00









