Búskaparvøksturin í Týsklandi var einans 0,2 prosent í triðja ársfjórðingi, og greinarar tulka tað sum eitt prógv fyri, at týskarar nú eisini kenna sviðan av trupulleikunum, sum hini evrulondini hava drigist við í longri tíð.
Minkingin í týska vøkstrinum kom ikki óvart á greinarar. Sambært tíðindastovuni AFP høvdu serfrøðingar hjá Dow Jones mett, at týski vøksturin var 0,2 prosent í triðja ársfjórðingi, og tann metingin vísti seg at halda.
Í Fraklandi tódnaði búskapurin 0,1 prosent í øðrum ársfjórðingi, men greinarar meta, at gongdin í juli, august og september var røttu megin 0, skrivar AFP úr París.










