Í 2011 vóru tað umleið 23.500 løntakarar hvønn mánað, meðan tað í 2012 vóru 23.700 løntakarar hvønn mánað. Hetta er tó væl minni enn í 2010, tá tað stóran part av árinum vóru yvir 24.000 løntakarar. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Sagt verður, at um ársskiftið 2010/11 rakti drúgva afturgongdin botnin. Á sumri 2011 byrjaði ein varislig framgongd, sum vardi í eitt ár, men seinasta hálva árið hevur løntakaratalið staðið í stað, skrivar Hagstovan.