Í fiskivinnuni og ráevnisvinnuni eru 399 færri løntakarar enn somu tíð í fjør. Í juli 2008 vóru 26.357 løntakarar. Hetta eru 17 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Sjálvt um vøksturin í løntakaratalinum er steðgaður, so er løntakaratalið framvegis høgt. Í mun til juli 2006 eru 3,5% fleiri løntakarar nú.
Tað almenna og byggivinnan ganga fram
Verður hugt eftir høvuðsvinnugreinum, sæst at tað er tað almenna og byggivinnan sum ganga fram. Vøksturin er um 2,5%, skrivar Hagstovan.