Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri januar mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.
Í januar vóru 659 millónir útgoldnar í løn. Januar er vanliga er tann mánaðurin í árinum, tá minst verður útgoldið í løn.
Trendurin í januar, ið tekur hædd fyri árstíðaravvikum og øðrum óreglusemi í lønargjaldingunum, er 758 milliónir, ið er 1 millión hægri enn í desember mánaða. Vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið avtakandi síðani árskiftið 2016/2017. Talan er tó um ein vøkstur sum hevur vart síðani heystið 2009.
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Hagtalsliga eindin er útgoldin upphædd í krónum og umfatar bara løn fyri útinnt arbeiði. Tað merkir, at aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir ikki eru roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka oman fyri nevndu krøv, uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.










