Tað er ikki eiti á so stórur inntøkuvøksturin higartil í ár hevur verið í Viðareiðis og Hvannasunds kommunum.
Hóast tunlarnir eru trongir og harvið stórur fótongul bæði hjá vinnu og fólki, so hevur vøksturin higartil í ár í kommunuskattinum verið óvanliga stórur í báðum kommununum.
Hagstovan veit at siga, at talið á løgmóttakarum ongantíð hevur verið so høgt sum nú og talið á arbeiðsleysum ongantíð so lágt sum nú. Sáttmálaásettar lønarhækkingar og reguleringar í øðrum veitingum hava eisini verið.
Hesin veruleikin man vera ein partur av frágreiðingini til ógvusliga vøksturin, men tað sæst sjálvandi eisini væl aftur, at virksemið í alivinnuni er stórt í hesum økinum, og at tað gongur væl í útróðrinum og fiskarínum sum heild.
Í februar var skattainntøkan í Viðareiðis kommunu 43,24 prosent hægri, enn hon var sama mánað í fjør. Inntøkan var 1.471.033 krónur, og vøksturin var 444.032 krónur.
Í februar var skattainntøkan í Hvannasunds kommunu 20,99 prosent hægri, enn hon var sama mánað í fjør. Inntøkan var 1.292.016 krónur, og vøksturin var 224.110 krónur.
Higartil í ár er vøksturin í Viðareiðis kommunu 28,32 prosent, og í Hvannasunds kommunu er hann 26,33 prosent.
Í báðum kommununum eru skattaprosent og barnafrádráttur óbroytt í 2019 sammett við 2018.
Í Viðareiðis kommunu er skattaprosentið 20,5 og barnafrádrátturin 7.500 krónur.
Í Hvannasunds kommunu er skattaprosentið 19,75 og barnafrádrátturin 7.000 krónur.
Miðal vøksturin í øllum kommununum er 12,14 prosent.
Í Fugloyar kommunu eru sveiggini ofta heilt stór, og soleiðis er eisini í ár. Higartil í ár er skattainntøkan í lítlu kommununi 8,63 prosent lægri, enn hon var somu mánaðir í fjør. Skattainntøkan í januar og februar var 381.867 krónur.