Vøksturin í Chili steðgar

Vøksturin í framleiðsluni av laksi í Chili fer at steðga upp komandi ár. Tað sigur serfrøðingur við norska blaðið Fiskaren.

- Chilenskir alarar høvdu vónað at framleiða eini 440.000 tons av laksi í ár, men framleiðslan verður neyvan meira enn 350.000 tons, metir Paul Aandahl, sum er marknaðargreinari hjá Norges Sjømatsråd.

Hann hevur júst verið á námsferð í Chili, og hann legði niðurstøðurnar fram á fundi um laks í Oslo í síðstu viku.

Nógv høvdu væntað, at framleiðslan av laksi í Chili fór at økjast rættiliga skjótt, eftir at vinnan varð hart rakt av ILA í 2007 og 2008, men hesin vøksturin hevur kortini verið minni enn væntað.

- Eg hevði mett, at Chili fór at framleiða 350.000 tons í ár, og ta metingina havi eg framvegis eftir hendan túrin. Eg vænti ein vøkstur í framleiðsluni í fyrsta ársfjórðingi í 2013, men síðani steðgar vøksturin, sigur Paul Aandahl og leggur aftrat, at vøksturin í 2013 stavar frá tí fiski, sum longu er í sjónum.

Aandahl sigur, at politiski viljin í Chili er, at landið ikki skal framleiða meira enn 750.000 tons av atlantslaksi, sílum og coho-laksi.

Tað er Vinnuhúsið, sum ber hesi tíðindi frá norska blaðnum Fiskaren.