Útflutningsvirðið hjá Grønlandi vaks í fyrra hálvári í ár við 25,5 prosentum í mun til somu tíð í fjør, men framvegis hevur landið hall á handilsjavnanum.
Virðið av útflutninginum í fyrra hálvári var 1.607 miljónir krónur, sum er ein vøkstur á 327 miljónir krónur samanborið við fyrra hálvár í 2017.
Tað er útflutningurin av rækjum og svartkalva, sum er orsøkin til vøksturin, og tølini fyri hesi fiskasløgini nærkast nú tølunum, sum vóru fyri 2016.
Tað er ein uppgerð hjá Grønlands Statistik, sum vísir hetta.
Útflutningsvirðið av rækjum vaks við 110 miljónum krónum, og útflutningsvirðið av svartkalva vaks við 150 miljónum krónum, vísir uppgerðin.
Hallið á handilsjavnanum í fyrra hálvári í ár var 276 miljónir krónur, sum tó er ein bati í mun til somu tíð í fjør, tá hallið var 328 miljónir krónur.