Víkingur vinnur steypið til ognar

Um EB/Streymur ikki vinnur í Runavík seinnapartin, so verður løgmanssteypið ogn hjá Víkingi

Síðani 1989 hevur verið spælt um løgmanssteypið, og síðani 1991 hevur dagsskráin ikki bara snúð seg um heiður og æru og steyp. Nú snýr tað seg um at vinna steypakappingina og harvið at tryggja sær rætt at spæla í europeisku kappingini.

Tá ið tað varð kappast um fyrsta løgmanssteypið, var HB framvegis stinnasta steypaliðið. Tá ið felagið í 1998 vann greipuna, bar tað við sær, at fyrsta løgmanssteypið varð sett undir liðini á bikarinum og teimum trimum súlunum, og har stendur tað framvegis.

 

Tað var øgiliga tætt og spennandi í kappingini um næsta løgmanssteypið. B36 vann tað tríggjar ferðir, GÍ vann tað tvær ferðir, KÍ, HB og NSÍ vunnu tað einaferð í part, áðrenn EB/Streymur vann tað fyri fyrstu ferð í 2007. Árið eftir – í 2008 – var tíggjunda árið, at tað varð kappast um hetta steypið. Tá átti B36 tríggjar aktiur í tí, og GÍ átti tvær. Tí varð tað greitt, at um GÍ ikki vann steypið hetta árið, og tað harvið varð neyðugt at kappast í hvussu so er eitt ár aftrat, so endaði steypið í B36 húsinum.

EB/Streymur og B36 hittust í finaluni í 2008. EB/Streymur tryggjaði sær pláss í europeisku kappingini við at vinna 3-2, men steypið flutti inn í B36 húsið, og har hevur tað staðið síðani.

 

Hetta er áttanda árið, at tað verður kappast um hetta løgmanssteypið. Hóast fýra faldu steypavinnararnir og nú verandi toppliðið í landskappingini, Víkingur, er favorittur, so er framvegis møguleiki fyri, at onnur lið kunnu vinna ársins steypakapping og harvið tryggja sær rætt at spæla europeiskan fótbólt næsta summar.

 

Tað er tó sera sannlíkt, at Víkingur fer at vinna løgmanssteypið til ognar í ár, og tað kann gott vera, at tað verður longu ídag. Víkingur vann steypið í 2009, so vann EB/Streymur í 2010 og 2011, og síðani hevur Víkingur vunnið fýra ferðir á rað. Tað vil siga, at Víkingur hevur longu vunnið steypið fimm ferðir. Um EB/Streymur ikki vinnur steypakappingina í ár, so verður ikki møguleiki hjá øðrum felag at vinna tað so ofta, sum Víkingur longu hevur vunnið tað, og so verður neyðugt við nýggjum steypi at kappast um.