TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann seinasta partin av fótbóltspanelinum, sum var á Rás2 í dag, har Tróndur Arge tippaði um metti um 15. umfar í effodeildini, sum verður hetta vikuskiftið.
Dystirnir eru:
Leygardagin klokkan 18:30: NSÍ-Víkingur
Sunnudagin:
Klokkan 15: ÍF-TB
Klokkan 15: B68-Skála
Klokkan 15: AB-HB (Rás2 sigur frá dystinum)
Klokkan 17.15 B36-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
Tróndur Arge metir Víking verða favoritt ímóti NSÍ, og hann væntar, at KÍ fær stig ímóti B36 á útivølli.