Víkingur vinnari í Klaksvík

Víkingur hevur í dag vunnið Klaksvíkskappingina

Klaksvíkskappingin hevur verið um vikuskiftið. Í dag var finalan millum Víking og NSÍ. Her vann Víkingur 2-0. Norðlýsið skrivar, at Gunnar Vatnhamar skoraði bæði málini fyri vinnandi liðið.

 

Fyrr í dag vann KÍ heili 8-2 á B36, sum í gjár eisini tapti 5-1 móti Víkingi. Sum skilst, so var talan um ein ungt B36-lið, har meginparturin spælir við næstbesta liðnum.

 

HB hevur ikki luttikið í Klaksvíkskappingini, hóast liðið vann FM í fjør. HB er í løtuni í Turkalandi á venjingarlegu. Sunnukvøldið verður Stórsteypadysturin á Tórsvølli, har meistararnir úr HB spæla móti steypavinnarunum úr B36. FM1 sigur frá dystinum.