Víkingur spælir í kvøld fyrru uppgerðina á Tórsvølli móti meistarunum úr Kosovo, Trepca 89. Í tí sambandi er leiðslan hjá Víkingi komið við eini áheitan á almennu Facebook síðuni hjá felagnum, har leiðslan biður áskoðararnar um at virða lógirnar hjá UEFA.
- Til dystin í kvøld hevur UEFA boða frá, at fýrverk og konfetti er bannað at skjóta undir dystinum og inni á Tórsvølli, og verður hetta gjørt, fær tað fylgjur fyri felagið, har felagið fær bót.
- Tí vilja vit heita á allar fjepparar um at virða hesa lóg og heldur rópa og syngja til dystin í kvøld, skrivar Facebook síðan hjá Víkingi í dag.
Í finalunum sum Víkingur hevur spælt á Tórsvølli øll tey undanfarnu árini, hevur confetti verið rímiliga fastur táttur hjá Víkinga áskoðarunum. Somuleiðis var tað tað í fjør, tá Víkingur spældi seinasta landskappingardystin á Argjum, tá felagið tryggjaði sær FM. Men tað ber altso ikki til í kvøld á Tórsvølli.