Víkingur verður í broyttari útgávu

KÍ verður seinnapartin gestur í Sarpugerði, har klaksvíkingar ikki hava tapt í næstan fimm ár

Higartil í ár hevur Víkingur verið í 3-5-2 útgávu. Soleiðis verður tað ikki seinnapartin, tá ið meistararnir fáa vitjan av KÍ, sum tvey tey seinastu árini hevur verið størsti avbjóðarin hjá Víkingi í kappingini um FM.

Hósdagin var venjaraskifti í Sarpugerði. Gamli kenningurin Sigfríður Clementsen hevur nú ábyrgdina, sum hann hevði frá fyrsta juli 2013 og fram til kappingarlok 2015, tá ið víkingarnir eftir 2-0 sigur á útivølli ímóti TB fingu handaðar bronsukrónurnar.

Nógvir av teimum, sum vóru á listanum ta ferðina, eru framvegis í Víkingi.

Hóast Sigfríður í hesum umfarinum ikki hevur havt møguleika at vera so nógv saman við liðinum, so er greitt, at talan seinnapartin verður um nýggja útgávu av Víkingaliðinum:

-Tað kemur neyvan óvart á, at vit fara at spæla við fýra monnum í aftastu røð. Nú lata vit føturnar tala er einasta viðmerkingin hjá Víkinga venjaranum.

Gunnar Vatnhamar og Philip Djordjevic eru leikbannaðir, og Heðin Hansen er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Síðani Víkingur vann 2-1 í Klaksvík hevur liðið spælt ímóti havnarfeløgunum og tapt 2-1 á heimavølli ímóti HB og á útivølli ímóti B36.

 

Eftir tap ímóti B36 og Víkingi og javnleik ímóti NSÍ vann KÍ síðsta sunnudag 2-0 á Argjum.

Jákup B. Andreasen er tøkur aftur eftir leikbann. Hákun Edmundsson er framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um Ólavur Niclasen er førur fyri at spæla. Kristoffur Jakobsen var eftir langan skaðasteðg á næstbesta liðnum í gjár. Jóannes Bjartalíð hevur tvær tær seinastu ferðirnar ikki verið nóg væl fyri at vera millum teir fyrstu ellivu.

-Víkingur er undir trýsti, so talan verður um aðra avbjóðing enn hana, sum var á Argjum, heldur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.

Víkingur hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti KÍ síðani 20. oktober 2013, tá ið úrslitið var 3-0.