Víkingur vendi og vann

Í einum góðum, spennandi og samanlagt jøvnum dysti við Løkin leygardagin stakk Víkingur av við øllum í evstu løtu, og so eru gøtumenn og leirvíkingar aftur millum tey fremstu, samstundis sum NSÍ fekk fyrsta ósigurin í landskappingini í ár

FÓTBÓLTUR

 

Onkur helt, at tað minti ikki sørt um endan á Champions League-dystinum á Stanford Bridge mikukvøldið, tá Víkingur í yvirtíðini við Løkin leygardagin fekk skavað øll trý stigini niður í posan við málinum, sum 19 ára gamli Martin Olsen skoraði, tá næstan 92 minuttir vóru spældir av dystinum.

Talan var annars um eitt gott mál, ið avgjørdi ein góðan dyst. Uppleggið var eitt fríspark, sum Niclas Niclasen sendi inn í NSÍ-brotsteigin – og so kunnu vit lata Martin Olsen sjálvan fortelja rest:

– Vit høvdu eitt fríspark, sum kom innfyri. Óli skallaði bóltin beint útaftur til mín, og eg fekk hvørki skotið fyrstu ferð ella aðru ferð, so eg mátti trekkja fram við einum ella tveimum, sum eg fintaði, og so langaði eg bóltin í handara krók, har málmaðurin tíbetur akkurát ikki fekk fatur í honum, segði ovurfegni málskjúttin eftir dystin.

Málið gjørdist avgerðin í einum dysti, har NSÍ skuldi havt fingið hol á fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, men ikki kendi sína vitjunartíð, eins og Víkingur fleiri ferðir ímóti endanum á dystinum hevði kjansir, ið góvu ein varhuga av, at gestirnir kundu fara avstað við øllum til síðst.

 

NSÍ byrjaði betri

NSÍ legði sera væl út frá dystarbyrjan og spældi Víking bæði sundur og saman í einar 20 minuttir. Men neyvleikin var ikki til staðar í sama mun, sum hann hevur verið tað í onkrum av undanfarnu dystum. Partvíst komu heppin bein hjá Víkingi fyri í evstu løtu og partvíst hevði Geza Turi í málinum onkra heilt góða bjarging.

Spakuliga dovnaði trýsti frá NSÍ, og Víkingur slapp at spæla meira við, uttan tó at vera hóttandi upp á nakran máta. Okkurt innlegg, sum fór fram við fleiri, var tað vandamiklasta, men einki, ið var nóg mikið til at geva NSÍ ein hvøkk.

Tað var heldur ikki, fyrr enn NSÍ aftur fram ímóti steðginum setti eitt sindur av trýsti á aftur, at tað eydnaðist at fáa mál. Gott samanspæl millum Boga Løkin og Jann Inga Petersen endaði við, at tann seinni legði bóltin innfyri úr vinstru, og við aftaru stong smekkaði Jann Martin Mortensen til, men bólturin stakk útaftur til Károly Potemkin, ið vísti sínar toppskjúttaeginleikar, tá hann setti bóltin inn til 1-0.

Sum fyrri hálvleikur hevði háttað seg, var leiðslumálið fult upp á sítt pláss, tí NSÍ hevði víst nógv meira og Víkingur millum lívið og einki. Eitt nú hevði verjan hjá NSÍ gott tak á Andreas Lava Olsen, ið næstan ikki slapp upp í part, og hugburðurin hjá Víkingi tóktist veikur fyrstu trý korterini.

 

Lá í luftini

Longu frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki sást, at liðini fullkomuliga høvdu býtt um leiklutir. Eitt sindur hevði vindurin kanska at siga, tí NSÍ hevði havt hann undan í fyrra hálvleiki, og nú spældi Víkingur undan lotinum, men hvørki liðið spældi týpiskt undan- og mótvindsspæl, so neyvan var vindurin so avgerandi kortini.

Eitt gott korter inn í seinna hálvleik javnaði Víkingur uppiborið, tá fyrst eitt hornaspark kom út frá aftur og Súni Olsen á øðrum sinni sendi innfyri. Inni í NSÍ-brotsteiginum kom Finnur Justinussen at standa leysur, og ósvikaliga trygt bankaði hann bóltin í netið til 1-1.

Restini av dystinum hevði Víkingur gott tamarhald á, og hóast NSÍ í løtum royndi at fáa spælið at koyra aftur, eydnaðist tað ikki í nóg stóran mun og bara í løtum. Og tó kundi heimaliðið enntá farið við øllum, tá innskifti Klæmint Olsen hevði ein stóran møguleika, men skjeyt sentimetrar fram við tóma málinum hjá Víkingi.

At Víkingur lá betur fyri at vinna dystin, sóust ábendingar um ímóti endanum, tí í yvirtíðini hevði Hanus Jacobsen ein skallara á stongina, og síðani var tað, at Martin vísti sítt virði og gjørdist stóra hetjan hjá gestunum, ið enn ikki vita, hvat tað er at tapa fyri NSÍ.

Longu mikukvøldið skal Víkingur aftur spæla dyst, tá fyrra hálvfinalan ímóti ÍF verður í Fuglafirði, og sunnudagin skal Víkingur á heimavølli spæla ímóti B68. NSÍ hevur ongan steypadyst at hugsa um, men skal sunnudagin til Havnar at spæla ímóti B36.