Víkingur varpaði meistararnar úr kappingini

EB/Streymur hevur eftir sigur í Fuglafirði møguleika at vinna steypakappingina triðja árið á rað, og Víkingur syrgdi fyri, at tað ikki er møguleiki at hitta meistararnar í B36, sum ikki syrgja yvir, at teir vórðu varpaðir úr kappingini

Fýra av fimm teimum seinastu ár­unum hevur EB/Streymur vunnið Løg­manssteypið. 2. páskadag varð enn eina ferð staðfest, at teir í Sunda­lagnum eru serliga stinnir í steypa­kappingini. Meðan tað hevur haltað ikki so lítið í trimum teimum fyrstu umførunum í lands­kappingini, so var eingin ivi, tá ið EB/Streymur í Fuglafirði hitti ÍF, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið partur av finaluni.
EB/Streymur gjørdi sær dælt av fleiri av mongu mistøkunum, sum heimaliðið gjørdi í verjupartinum og á egnari hálvu, tá ið roynt varð at mynda álopsspæl. Stórur hvøkkur var tað, at Arnbjørn Hansen, sum beinanvegin setti hol á, eftir ein hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum.
Levi Hanssen hevur verið burtur­staddur, og hann vísti í fyrstu royndini í ár, at hann er styrkur í framrættaða partinum hjá EB/Streymi. Levi skoraði eitt mál, og hini bæði skoraðu Jónhard Frederiksberg og Sorin Anghel, ið plagdu at vera málrevar, men sum ikki hava skorað so ofta seinastu árini.
Jan Ó. Ellingsgaard hjá ÍF skoraði aftur við rimmar langskoti, og Bartal Eliasen umsetti brotsspark til mál. Eingin ivi er um, at tað er verju­spælið, sum Flemming Christensen í hesi vikuni fer at fokusera á.

Víkingur væl upplagdur
Undan kappingarbyrjan lótu teir í B36 ongan iva vera um, at hægsta málið hjá teimum í hesum kapp­ingarárinum var at endurvinna FM heitið. Higartil hevur tað ongan­tíð eydnast árstalsfelagnum at endur­vinna meistaraheitið.
2. páskadag syrgdi Víkingur í Sarpu­gerði fyri, at punktum varð sett fyri luttøkuni hjá B36 í steypa­kappingini á hesum sinni. B36 stríddist fyri søkini, men tað eydn­aðist ikki at fáa bóltin framvið stinna Geza Turi. Merkisvert var tað, at Tidiane sat á B36 beinkinum, meðan Atli Danielsen røkti mið­verjuplássið undir liðini á Jonas Flindt Rasmussen.
Lasse Qvist eigur framvegis fyrsta Víkinga málið til góða. Hesa ferð var hann uppi í, tá ið sigurs­málið varð skorað. Meinhardt Joensen hálvbjargaði eftir at Lasse Qvist hevði roynt seg av brots­teigar­markinum, og Kaj Leo í Bartalsstovu sýndi enn eina ferð gott máltev, tá ið hann var fyrstur á returbóltinum.
Tá ið tað er stutt millum dystirnir ræður um at dosera kreftirnar rætt hja eldru spælarunum, sum skulu brúka meiri tíð at koma fyri seg. Tað mundi vera orsøkin til, at Niclas Niclasen ikki var á liðnum hjá Víkingi.

HB og KÍ gjørdu sítt
HB er besta steypaliðið av øllum, men seinnu árini hevur verið longri millum steypasigrarnar. Síðstu finalu­sigrarnir vóru í 2004 og 1998.
2. páskadag syrgdi HB við 3-1 sigri á Vágseiði ímóti TB fyri, at møguleikin at vinna í ár framvegis er har. Símun Samuelsen var aftur hesa ferð sera eyðsýndur.
TB málið skoraði 16 ára gamli miðvallarin Poul Ingason í yvir­tíðini ella lítla løtu eftir, at hann var komin á vøllin.
Síðsti steypasigurin hjá KÍ var í 1999. Á heimavølli syrgdu klaks­víkingar mánadagin fyri, at møguleikin framvegis er at vinna steypið í ár. Spælið er ikki so sann­førandi enn, men ímóti NSÍ var eingin ivi um, at tað var heimaliðið, sum var omaná.

Favorittsigrar
Í fjør kappaðust FC Suðuroy og Skála um bestu plássini í næstbestu deildini. Ta kappingina vann FC Suðuroy, og 2. páskadag var sjón fyri søgn um, at tað er stórur munur á at vera partur av bestu og næstbestu deildini. FC Suðuroy vann 5-0 á heimavølli ímóti Skála, og Jón K. Poulsen og John T. Poulsen foldaðu seg orduliga út.
Í landskappingini hevur gingið illa hjá B68. Á heimavølli ímóti 07 Vestur eydnaðist tað B68 at fáa hol á málskjótingina. Tvey langskot innanfyri ein minutt tóktust leggja lunnar undir sannførandi heimasigur. Soleiðis gekk tað tó ikki. 07 Vestur svaraði aftur í 2. hálvleiki, og síðsta stóra korterið var spenningur í, eftir at Hans Arni Ellefsen hevði minkað um munin.
AB sendi Giza/Hoyvík heim um aftur ánna við 5-2 tapi. Onkuntíð hava fleiri fremmanda menn verið á AB liðnum. Merkisvert var tað hesa ferð, at allir málskjúttarnir eru uppvaksnir í AB.
Merkisverdasta úrslitið var tað, tá ið B71 vann 10-8! á Undrið eftir longda leiktíð og brotssparks­kapp­ing. Tað var eisini merkisvert, at dóm­arin hevði gula kortið á lofti ikki færri enn fimtan ferðir! Níggju ferðir sóu gestirnir gult og eina ferð reytt fyri tvey gul kort.