Tað var ikki fyrr enn síðstu løtuna, at málini av álvara rullaðu seinnapartin, tá i ð allir fimm dystirnir í sætta umfari var á skránni.
Meistararnir í B36 mistu á stokkinum í Klaksvík, har úrslitið var 1-1, og har B36 málverjin stórkiksaði, tá ið KÍ javnaði.
Í Gundadali megnaði AB málleysan javnleik ímóti FM favorittunum í HB, sum hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, meðan AB var sera vandamikið í skjótum mótálopum.
Stóri vinnarin í toppstríðnum var Víkingur, sum vann 3-1 á útivølli ímóti NSÍ, sum enn einaferð tapti, tá ið talan var um lyklauppgerð ímóti einum øðrum FM kandidati.
Tað hevur higartil gingið syndarliga illa hjá fuglfirðingum. Í dag glapp tað tó. ÍF hevði Poul N. Mikkelsen og Jan Ó. Ellingsgaard í miðverjuni, og ÍF smurdi TB av 3-0. Harvið fóru tað í dag eins nógv mál ígjøgnum hjá TB, sum tað eru farin tilsaman í undanfarnu fimm umførini.
Á Skála endaði tað málleyst millum Skála og B68, sum var illa kroyst ímóti vindinum í seinna hálvleiki.
KÍ-B36 1-1 (0-1)
0-1: Róaldur Jakobsen
1-1: Páll A. Klettskarð
NSÍ-Víkingur 1-3 (1-1)
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Gert Hansen
1-2: Hans Pauli Samuelsen
1-3: Sølvi Vatnhamar
Skála-B68 0-0
HB-AB 0-0
TB-ÍF 0-3 (0-2)
0-1: Poul Nolsøe Mikkelsen
0-2: Adeshina Lawal
0-3: Dánjal á Lakjuni
HB 14
NSÍ 12
Víkingur 12
B36 11
KÍ 10
ÍF 7
TB 5
Skála 4
AB 3
B68 3
Sjeynda umfar
Mikudagin 20. apríl
Víkingur-TB
HB-B68
Hósdagin 21. apríl
ÍF-Skála
B36-NSÍ
AB-KÍ
-----
LIðUGT
1-3
94) 1-3
1-3: Sølvi Vatnhamar
Við rimmar langskoti hevur Sølvi Vatnhamar staðfest rimmar Víkinga sigur í Runavík.
92) 1-2
1-2: Hans Pauli Samuelsen
Við framúr frísparki upp um manngarðin hevur Hans Pauli Samuelsen skorað sigursmálið!
90) 1-1
4 minuttir lagdir aftrat.
Víkingur fær sera vandamikið fríspark eitt sindur úr vinstru.
86) 1-1
Innskifti Jobin Drangastein er farin av aftur vøllinum, og í hansara stað er komin Jákup Vatnhamar Olsen.
Víkingur er greitt omaná!
82) 1-1
GULT KORT. Jens Joensen, NSÍ miðverjin, fyri fríspark.
80) 1-1
Víkinga spælararnir eru grammari og vinna flestu nærdystirnar og spæla betri saman enn mótstøðumenninir.
77) 1-1
Jónleif Højgaard hjá NSÍ avloysir Jann Benjaminsen.
65) 1-1
Philip Djordjevic rakti tvørtræið aftanfyri NSÍ málverjan, tá ið hann royndi seg av brotsteigarmarkinum.
60) 1-1
Monrad Holm Jakobsen sendir eftir horna bóltin í tvørtræið aftanfyri Víkinga málverjan.
56) 1-1
Nú var tætt við, at Hans Pauli Samuelsen skoraði, men bólturin streyk framvið handara NSÍ stólpanum.
55) 1-1
Fínt uppspæl í høgru endar við NSÍ innleggi, og so sendir Klæmint A. Olsen bóltin dygst við síðuna av málinum.
Magnus H. Olsen avloysir skadda Nikolaj Køhlert á NSÍ miðvøllinum.
53) 1-1
Hans Pauli Samuelsen fór um koll í NSÍ brotsteiginum, og víkingarnir vildu hava dómaran at bríksla fyri brotssparki. Men Alex Troleis var ikki samdur við víkingunum.
48) 1-1
NSÍ leggur trýst á og tiltuskar sær horna, men bólturin siglir framvið øllum.
46) 1-1
Ongar aðrar skiftingar eru gjørdar enn tann, tá ið Hanus Jacobsen hjá Víkingi noyddist skaddur av vøllinum, og Jobin Drangastein varð skiftur inn á vinstra vongverja.
HÁLVLEIKUR
1-1
2 minuttir lagdir aftrat
45) 1-1
1-1: Gert Hansen
NSÍ málverjin rakti ikki bóltin, tá ið hann fór úr málinum, og so stýrdi Gert Hansen bóltin í tóma NSÍ málið.
43) 1-0
Nú var øgiliga tætt við, at NSÍ økti um munin. Árni Frederiksberg átti innleggið, og Klæmint A. Olsen var tætt við.
35) 1-0
NSÍ hevur bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir, og tað luktar av, at heimamenninir ætla sær beinanvegin at økja um leiðsluna.
33) 1-0
1-0: Árni Frederiksberg
Eftir tað, sum sá út til at vera innlegg, endaði bólturin dygst undir málkrókinum, eftir skotið hjá Árna Frederiksberg!
30) 0-0
Tað gongur javnt á, og tað er framvegis málleyst. Einasti møguleikin higartil er tann, sum Andreas Lava Olsen hevði fyri løtu síðani.
GULT KORT. Innskifti Jobin Drangastein hjá Víkingi.
25) 0-0
Tað er framvegis málleyst við Løkin, eins og tað er málleyst í øllum fimm dystunum kring landið.
Nú var tó tætt við. Bárður J. Hansen legði væl innfyri, og Andreas Lava Olsen stútaði bóltin, sum fór dygst við síðuna av NSÍ málinum.
20) 0-0
Jobin Drangastein kemur á vøllin í staðin fyri Hanus Jacobsen hjá Víkingi.
19) 0-0
Eftir horna er NSÍ í góðari støðu, men tað endar við, at Nikolaj Køhlert sendir bóltin væl omanfyri málið.
17) 0-0
Drúgvi vongverjin í vinstru hjá Víkingi, Hanus Jacobsen, er noyddur at taka seg úr stríðnum, tí hann er skaddur.
10) 0-0
GULT KORT. Philip Djordjevic hjá Víkingi sær gult fyri at filma á NSÍ brotsteigarmarkinum, tá ið hann varð taklaður.
08) 0-0
Tað verður framvegis bíðað eftir fyrsta upplagda málmøguleikanum.
Lotið er nú millum lítið og einki.
02) 0-0
NSÍ leggur bragdliga fyri, og Árni Frederiksberg hevur longu sent horna innfyri, men bólturin datt niður í nettakið.
00)
Sammett við fyri einari viku síðani er Jann Benjaminsen millum teir fyrstu ellivu. Hetta er fyrsta ferðin, at hann er á besta liðnum frá fyrsta bríksli.
Andreas Lava Olsen er millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Síðsta sunnudag var hann á beinkinum.
00)
Nú var ein øgiliga frekur ælingur á Skálafjørðinum.
00)
Lotið er frískt. Tað hevur kenst úr honum, men nú er turt, og tað sær ljósari út.
NSÍ-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen, Petur Knudsen, Nikolaj Køhlert, Jann Benjaminsen – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic
-----------
LIðUGT
1-1
91) 1-1
1-1: Páll A. Klettskarð
Tórður Thomsen í B36 málinum hevur givið heimaliðnum útjavnandi málið. Eftir fríspark misti Tórður Thomsen bóltin út til Páll A. Klettskarð, sum takkaði fyri.
86) 0-1
B36 heldur tørn um leiðsluna, hóast klaksvíkingar hava vilja at trýsta fyri at javna.
75) 0-1
KÍ spennir bogan: Nú hevur Hjalgrím Elttør avloyst Jóannes Bjartalíð.
72) 0-1
KÍ hevur gjørt tvær útskiftingar: Heðin Klakstein og Niels Pauli Danielsen hava avloyst Jákup B. Andreasen og Atla Danielsen.
Hjá B36 er Jákup á Borg farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Høgni Eysturoy, sum hevur verið skaddur leingi.
70) 0-1
B36 hevur gott tak á spælinum, og klaksvíkingar renna nógv aftan á gestunum.
HÁLVLEIKUR
0-1
45) 0-1
0-1: Róaldur Jakobsen
Eftir skjótt álop smekkaði Róaldur Jakobsen til úr stórari fjarstøðu, og bólturin streyk í málið. Hetta var fyrsta veruliga royndin hjá B36.
35) 0-0
KÍ hevur hug at trýsta, men tað er framvegis málleyst í Klaksvík.
12) 0-0
Tað gongur javnt á. Klaksvíkingar hava havt ein stóran møguleika, men Tórður Thomsen í B36 málinum bjargaði, tá ið hann stóð andlit til andlit við Páll A. Klettskarð.
Hann er vestan, og tað er góð ætt í Klaksvík, har tað er turt og eitt frískt lot.
Broytingar eru gjørdar á báðum liðum, tá ið sammett verður við síðsta sunnudag.
Merkisvert er tað, at Heðin Klakstein fyri fyrstu ferð í ár ikki er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, og at Atli Danielsen er millum teir fyrstu ellivu fyri fyrstu ferð í ár.
Hjá B36 er Jógvan Skeel Nolsøe ikki millum teir fyrstu ellivu. Tað hevur hann annars verið higartil í ár.
KÍ-B36 kl. 15.00
Dómari: Lars Müller
KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen – Semir Hadzibulic, Atli Danielsen, Súni Olsen Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz , Gestur Bogason Dam - Sebastian Pingel
--------
LIðUGT
0-0
89) 0-0
Nú var um reppið, at AB skoraði. Patrik Johannesen legði innfyri, og innskifti Bjarki Nielsen var akkurát ov stuttur!
83) 0-0
AB heldur tørn, og HB hevur sett Adrian Justinussen á vøllin í staðin fyri Christian R. Mouritsen.
Bjarki Nielsen hevur avloyst Jónas Stenberg hjá AB.
63) 0-0
Tað er sera lívligt í Gundadali, har HB leggur stórt trýst á undan fríska lotinum.
62) 0-0
Kári Nielsen avloysir Bárð Olsen á AB miðvøllinum.
60) 0-0
HB hevur skift út: Tróndur Jensen hevur avloyst Pál Mohr Joensen, og nú er Fróði Benjaminsen frammi undir Øssuri Dalbúð. AB er nú fyri tað mesta í verjustøðu.
50) 0-0
Árni G. Nielsen kemur inn á AB liðið í staðin fyri Karstin Højgaard, ið fer skaddur av vøllinum.
49) 0-0
Vandamikið AB fríspark, men Bárður Olsen sendir bóltin framvið málinum.
48) 0-0
Ari Mohr Olsen er ikki komin aftur á vøllin, og í hansara stað er komin Øssur Dalbúð inn í HB álopið.
HÁLVLEIKUR
0-0
45) 0-0
42) 0-0
Tað er sera lívligt í Gundadali. Nú hevði HB góðan møguleika. Christian R. Mouritsen rakti ikki bóltin, og tá ið Pál Mohr Joensen royndi seg, fór bólturin væl omanfyri málið.
35) 0-0
AB hevur havt tvær góðar støður. Í fyrra førinum vóru teir fýra ímóti fýra, og nú vóru teir tveir ímóti tveimum. Sandri Færø streyk ígjøgnum í vinstru, og Patrik Johannesen var akkurát ov stuttur at røkka fram, tá ið bólturin varð lagdur innfyri.
30) 0-0
HB hevur bóltin væl meiri enn AB, men argjamenn hava tyngd og brodd í álopinum.
25) 0-0
GULT KORT. Pál Mohr Joensen hjá HB sær gult, eftir at Dan í Soylu hevði gjørt fríspark ímóti HB miðvallaranum, sum hevði hug at hevna seg.
22) 0-0
Patrik Johannesen hevur verið í góðari støðu. Hann royndi seg sjálvur ímóti málinum, men tað hevði ivaleyst verið betri, um hann spældi ein av tveimum liðfeløgum, sum vóru í góðari støðu.
20) 0-0
Tað gongur framvegis javnt á í Gundadali.
12) 0-0
HB hevur verið tætt við einar tvær ferðir, men tað hevur ikki verið heilt upplagt. Lotið er frískt, men tað órógvar ikki spælið so nógv.
07) 0-0
Fróði Benjaminsen er millum teir fyrstu ellivu, meðan Øssur Dalbúð aftur í dag er á HB beinkinum.
Símun Samuelsen er ikki á AB liðnum ídag.
HB-AB kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Rókur Jespersen, Pál Mohr Joensen – Teit Jacobsen, Ari M. Olsen
AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Sandri Færø – Jónas Stenberg, Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen, Karstin Højgaard - Patrik Johannesen
--------
LIðUGT
0-3
85) 0-3
0-3: Dánjal á Lakjuni
Innskifti Dánjal á Lakjuni hevur økt um leiðsluna eftir fríspark, og eftir at TB málverjin í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað.
67) 0-2
ÍF hevur gott tak á spælinum, og tað gongur illa hjá heimamonnunum at spæla seg til málmøguleikar.
Fuglfirðingar eru framvegis sera grammir.
HÁLVLEIKUR
0-2
45) 0-2
41) 0-2
0-2: Adeshina Lawal
Eftir innlegg frá Clayton Soares heilfluktaði ella saksaði Adeshina Lawal bóltin í málið.
Vátur vøttur í andlitið á TB, sum síðstu løtuna hevur havt tveir góðar møguleikar!
28) 0-1
0-1 Poul Nolsøe Mikkelsen
Eftir horna hevur ÍF miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen skorað, tá ið hann var fyrstur á bóltinum eftir innleggið.
Poul Nolsøe Mikkelsen hevur annars verið skaddur síðani fyrst í februar.
12) 0-0
Tað er frískt lot, og tað er heimaliðið, sum hevur vindin undan í fyrra hálvleiki. Higartil hevur talan ikki verið um aðrar málmøguleikar, enn at TB hevur havt eitt horna, sum einki spurdist burturúr.
Broytingar eru gjørdar á báðum liðunum síðani síðsta sunnudag.
Serliga ÍF liðið er nógv broytt: Oliver Korch er aftur í málinum, og Poul Nolsøe Mikkelsen og Jan Ó. Ellingsgaard, sum hava verið skaddir, eru báðir í miðverjuni, meðan Bogi Reinert Petersen er fluttur fram á verjukent miðvallarpláss undir liðini á Karl Løkin.
TB hevur bara skorað tvey mál higartil í ár. Tað hevur í dag kostað fremsta manni higartil, Kofi Appiah, plássið. Rógvi Joensen, sum hevur skorað bæði TB málini higartil í ár, er við aftur. Fyri viku síðani var hann burturstaddur.
TB-ÍF kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
TB: Joslain Mayebi – Eirikur M. Ellendersen, Signar Olsen, Teitur J. Olsen, Ragnar Joensen – Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Salmundur Bech, Teitur Justinussen – Albert Adu, Hervé Din Din,
ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Bogi Reinert Petersen, Karl Løkin – Ari Ó. Ellingsgaard, Clayton Soares, Andy Ó. Olsen – Adeshina Lawal
---------
LIðUGT
Skála megnaði einki at fáa burturúr yvirvágini í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um Ragnar Lindholm, sum í dag vardi B68 málið.
90) 0-0
67) 0-0
Skálamenn hava bóltin mest sum alla tíðina, og heimaliðið hevur síðstu løtuna havt fleiri stórar málmøguleikar.
60) 0-0
B68 heldur tørn undan vindinum, og tað er framvegis málleyst.
HÁLVLEIKUR
0-0
Talan hevur verið um nógvar tættar støður, og viljin at vinna er stórur hjá báðum liðum.
B68 hevur havt fríska lotið undan í fyrra hálvleiki.
45) 0-0
38) 0-0
B68 hevur leikliga yvirvág, men tað er framvegis málleyst.
15) 0-0
B68 hevur lagt øgiliga bragdliga fyri, og skálamenn verða jagstraðir á egnari hálvu. Tað órógvar spælið nógv hjá heimamonnunum.
Skála-B68 kl. 15.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Skála: Andras Gango - Jónhard Fredriksberg, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jákup Jacobsen - Pauli G. Hansen, Ólavur Mikkelsen, Edvin Jacobsen - Jákup Johansen, Brian Jacobsen., Álvur F. Christiansen
B68: Ragnar Lindholm - Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Evrard Blé, Albert Róin Johannesen - Michal Przbylski, Pedro Tarancon, Ivan Joensen, André Olsen - Hákun Edmundsson - Carlos Quintan