Víkingur var rætti vinnarin

Víkingur var rætti vinnarin av finaluni um løgmanssteypið. Tað halda bæði Jógvan Martin Olsen og Heðin Askham. Men hvat halda venjararnir báðir annars um finaluna? Hvat hendi, tá EB/Streymur skuldi taka brotsspark? Og hvørjar tankar gjørdi Jógvan Martin Olsen sær hesa løtuna?

Um tú hugsar um steypafinaluna, hvat er tað fyrsta, sum kemur tær tykkum hugs?

Heðin: Eg haldi vit spæla ein góðan dyst. Hugt í bakspeglið dugi eg ikki at síggja, at vit kundu gjørt nakað sum helst øðrvísi. Vit vóru so fyrireikaðir sum vit einaferð kundu. Eg haldi ikki, at Víkingur gjørdi nakað, sum vit ikki vóru fyrireikaðir uppá.

Jógvan Martin: Fantastisk uppliving, rómur av Víkingafjepparum, havi ongatíð fingið so nógv klemm, fantastiskan góðan uppbakning av Eysturíbúgvum og so spældi mítt lið framúr góðan fótbóltt. Eg eri megastoltur av mínum spælarum. Stórt rós eisini til Eb/Streyma liðið fyri eina ógloymandi finalu, tað vóru tvey góð lið, vit sóu leika.


Var Víkingur rætti vinnarin?

Heðin: Sjálvandi eru teir tað, tá teir vinna finaluna. Vunnu vit, so vóru vit teir røttu. Dysturin var púra opin.

Jógvan Martin: Eg haldi, at eg kann siga ja. Serliga nú eg havi sæð dystin umaftur.


Hví vann Víkingur finaluna?

Heðin: Tað var tí, at vit ikki fingu lukkað dystin. Vit høvdu so øgiliga nógvar matchbóltar gjøgnum dystin. Í sjálvum dystinum høvdu vit tríggjar, og í brotssparkskappingini høvdu vit tveir. So onkursvegna vóru vit bara ikki góðir nokk á degnum.

Jógvan Martin: Eg haldi, at vit vóru eina tonn betur fyri á degnum reint mentalt og fysiskt, og eg haldi, at viljin var størri hjá okkum. Haldi eisini, at teir brúktu meira orku enn vit, tí vit høvdu bóltin meira enn teir, og tí vóru teir ikki so skjótir í umstillingum.



Hvat halda tit um karmarnar?

Heðin: Tað var fantastiskt og tað var ein frægd at vera við til. Eg haldi eisini, at um hetta verður framtíðin, so kann steypakappingin menna seg til nakað ordiliga gott.

Jógvan Martin: Teir vóru í topp.


Hvussu royndist undirlagið?

Heðin: Tað var í lagi. Eg sá allar hinar finalurnar, og tá lógu fleiri við krampa. Tað var eisini tað, sum hendi móti dystarenda hjá okkum og í yvirtíðini, men vøllurin er eitt sindur tungur við tað, at hann er nýggjur og ikki hevur sett seg enn.

Jógvan Martin: Góður vøllur, men eitt sindur tungur at spæla á siga spælararnir.


Kom nakað óvart á tykkum ella høvdu tit fyrireikað tínar mans rætt?

Heðin: Nei. Eg haldi avgjørt, at vit høvdu fyrireikað okkum rætt. Upplegg okkara rakti á allar leikararnar, sum teir brúktu. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri teirra útskiftingar, tí har raktu vit eisini rætt. Tað, sum teir gjørdu, vóru vit fullgreiðir um, at teir fóru at gera. So nei, har kom einki óvart á okkum.

Jógvan Martin: Eg hevði roknað við, at Arnbjørn Hansen var í byrjunaruppstillingini, men vit høvdu eisini fyrireikað okkum til, at Niels Pauli Danielsen fór at byrja. Eg legði nógva orku í at fyrireika okkum serliga væl til dystin, og okkara heimaarbeiði bleiv gjørt heilt niður í smálutir


Hvønn týdning hevði tað, at Arnbjørn Hansen byrjaði á beinkinum og Egil á Bø als ikki var við?

Heðin: Tað hevði við sær, at vit vóru eitt sindur veikari frammi á vøllinum. Hinvegin spældi Leif (Niclasen, blðm.) ein fantastiskan dyst, og Sorin (Anghel, blðm.) spældi sera væl í verjuni. Á tann hátt, so mugu vit siga, at teir, ið komu inn í teirra stað, traðkaðu í karakter. Kortini haldi eg, at vit hava eini tveir-tríggjar leikarar, sum ikki raka toppin og tað ávirkar eisini okkum.

Jógvan Martin: Hatta er ein hypotetiskur spurningur , men báðir tveir hava stóran tydning fyri Eb/Streym.


Hvønn týdning hevði útvísingin av Pæturi Dam Jacobsen á endaliga úrslitið?

Heðin: Tað er einki at ivast í, at hon er avgerandi. Og eg má eisini viðganga, at eg ikki skilji hatta seinna kortið. Tað var púra óneyðugt, tí tað, ið gekk fyri seg áðrenn í dystinum, heimilaði ikki hatta seinna gula kortið.

Jógvan Martin: Hatta er eisini ein hypotetiskur spurningur, so tað dugi eg ikki svara uppá, men sjálvandi gav hetta okkum ein fyrimun, tí vit spældu við einum manni meira.


Heðin, tú nevndi áðrenn dystin, at Evrard Ble var ein lyklaleikari hjá Víkingi. Høvdu tit kunnað fyrireikað tykkum øðrvísi, og avmarkað hansara leiklut í dystinum?

Heðin: Tað veit eg ikki. Sjálvandi kundu vit tað. Men av tí, at vit vóru noyddir at brúka Sorin í verjuni, so fingu vit ikki sett hann á miðvøllin at ansa Ble. Vit høvdu so Pætur (Dam Jacobsen, blðm.) í tí økinum, og so er spurningurin, um tað var nóg mikið. Men við tí liðnum, sum vit høvdu, so fingu vit ikki gjørt tað øðrvísi.

Jógvan Martin, hvussu vilt tú lýsa avrikið hjá Evrard Ble?

Einastandandi gott! Tað var imponerandi at síggja hansara kynstur við bóltinum, yvirskot og hvussu væl hann kláraði dystin reint fysiskt.


Høvdu tit avgjørt undan dystinum, hvørjir skuldu skjóta brotsspark?

Heðin: Vit høvdu vant brotsspørk undan finaluni, og vit høvdu rímiliga gott tak á brotsspørkunum tá. Men tað kom klutur í, tí vit vóru noyddir at taka Leif út, og so varð Pætur vístur út eisini, so har ruku tveir tryggir brotssparksskjúttar, sum vit ikki fingu brúkt. Teir leikararnir, sum hava staðið seg illa í brotssparksvenjingunum, ið vit hava havt, til dømis Gert og Arnbjørn (Hansen, blðm), bóru seg undan og tað er væl skilligt. Tá vit so koma út til brotsspark nummar seks, sjey og átta, so fingu vit ein trupulleika. Tað var ein spurningur um at taka ábyrgd, og opinbart høvdu leikararnir ikki tað í sær júst tá.

Jógvan Martin: Ja.


Heðin, tú hevði eina útskifting eftir. Hví setti tú ikki Egil inn at skjóta brotsspark?

Heðin: Tað tosaðu vit um eisini, men eg haldi ikki, at Egil føldi seg til tað. Tí bleiv hann ikki settur inn.

Jógvan Martin, hvussu komst tú fram til hvørjir leikarar skuldu skjóta?

Vit høvdu gjøgnum alla venjingarvikuna vant brostspørk. Eg hevði mentalt fyrireikað spælararnar til at taka brotsspark, og aftaná venjingina hósdagin høvdu allir meldað seg kláran til at sparka.


Hvussu upplivdu tit brotssparkskappingina?

Heðin: Tað var øgiliga keðiligt. Sum eg longu havi sagt, so hava vit tveir matchbóltar har eisini, sum vit kortini brenna. Vit kjakaðust eitt sindur um René (Tórgarð, blðm.) skuldi vera millum teir fyrstu fimm skjúttarnar, tí hann hevur verið ein sera tryggur skjútti undir venjingunum. Eg valdi so Sorin fram um hann, men tað vísti seg, at báðir brendu.

Jógvan Martin: Eg royndi at vera róligur sjálvur og tosa lætt við spælarnar, at smílast og siga við teir, at hatta er bara eitt spark, sum teir vóru klárir til at taka. Men eg var sjálvandi drigin ígjøgnum kenslu-registrið við pulsinum heilt í topp, og eg merkti hvussu adrenalinið var í kók, so tað var ein óbeskrivilig forloysing, tá tú stóðst eftir sum vinnari at enda. Hetta er triðju ferð, at eg sum venjari eri við til at vinna løgmansteypið, og eg má bara siga, at kenslan er líka góð hvørja ferð, um ikki enn betur.


Kemur úrslitið av steypafinaluni at ávirka tykkara avrik og úrslit í landskappingini?

Heðin: Nei, tað haldi eg ikki. Steypakappingin hevur ongantíð havt okkara fremstu raðfesting í ár. Vit fara púra málrættaðir eftir landskappingini, og tað gera vit framvegis.

Jógvan Martin: Vónandi ger tað tað á ein positivan hátt, men vit plaga at pressa høgt, og tað verður kanska ivasamt, um vit hava orku til tað í dystinum mikukvøldið.


Um tú skuldi spælt steypafinaluna hetta vikuskiftið, hevði tú so gjørt nakað øðrvísi í mun til síðsta vikuskiftið?

Heðin: Nei, um eg hevði somu menn tøkar, so var uppleggið akkurát tað sama. Eg haldi eisini, at teir leikararnir, sum eru á dystinum tann dagin, teir gera sítt allar, allar besta, so vit kundu ikki gera nakað øðrvísi.

Jógvan Martin: Nei , tað haldi eg ikki.