Víkingur var einasti vinnarin

Samansetta liðið í Eystur kommunu er einasta liðið við fullari úrtøku, eftir at fýra uppgerðir endaðu við stigabýti

Tað er rár hending, at fýra av dyst­unum í einum umfari enda við javnleiki, men tað er tó komið fyri áður. Í ár var tað í triðja umfari, sum var á skránni Skírisdag, og í fjør var tað í fjórða umfari, sum var á skránni 25. apríl ella flaggdagin. Ta ferð­ina var talan um ein útisigur og fýra javnleikir. Skírisdag var talan um ein heimasigur og fýra javn­leikir.
Víkingur hevði vitjan av B68, og heima­liðið vann 2-0. Aftur hesa ferð var tað miðvallarin Evrard Blé, sum setti hol á við stút­ara eftir horna­sparksinnlegg. Mið­vall­arin av Fílabeinsstrondini er sera væl upplagdur á verjukenda mið­vallar­plássinum. Í fjør var hann við í 26 landskappingardystum fyri Víking, uttan at hann skoraði mál. Eftir trý umfør í ár hevur hann skorað tvær ferðir í landskappingini.
B68 er framvegis bæði stigaleyst og málleyst í landskappingini, og málmunurin er 0-8.
20 ára gamli miðvallarin Kaj Leo í Bartalsstovu hevur ment seg at vera ein av lyklaspælarunum á Víkinga­liðnum. Hann hevur máltev, og tað var Kaj Leo, sum korter undan leikloki staðfesti heimasigurin og harvið veruleikan, at Víkingur er ovast á talvuni við fullari úrtøku, og at B68 er niðast við ongum stigi.

Saknur í álopsvápnunum
Tá ið B36 í fjør vann FM við met­høgum stigatali, misti árstalsfelagið tvær ferðir á heimavølli. Aðru ferð­ina vann EB/Streymur 2-1 í Gunda­dali, og í hinum førunum – í fjórða umfari – eydnaðist tað ÍF at røkka 1-1 í høvuðsstaðnum.
ÍF megnaði aftur Skírisdag 1-1 í Gundadali. Tá ið heimafavorittarnir í Gundadali ikki vinna, verður oftast tosað um vánaligt heimaavrik. Eing­in ivi er í, at tað hjá B36 er saknur í fremsta álopsvápninum. Jákup á Borg er so mikið skaddur, at hann er ikki førur fyri at spæla, og Lukasz Cieslewicz var hálvskaddur og noyddist at taka seg av vøllinum. Dánjal Rói Olsen loysti hann av, og hann legði beinanvegin B36 framum.
Einki skal takast frá ÍF. Fugl­firð­ingar nýttu reseptina, sum bygda­feløg so ofta hava staðið seg væl við í Gundadali. Teir vóru frammarlaga og lógu tætt í mótstøðumonnunum, og teir høvdu góðar møguleikar at fáa fleiri mál enn tað, sum vinstri vongverjin Jan Ó. Ellingsgaard skor­aði við rimmar langskoti, tá ið van­liga tíðin var farin.
B36 legan var sera misnøgd við ÍF málið, sum varð skorað, með­an Símun Joensen lá í B36 brots­teiginum. Dómarin, Eiler Rasmussen, lat ikki við seg koma, og tá ið áset­ingarnar siga, at at tað skal spælast, inntil dómarin hev­ur bríkslað, so høvdu teir reyðu form­liga rættin á sínari síðu.

FC Suðuroy á talvuna
Syðra uppflytaraliðið úr Suðuroy fór úr Runavík við málleysum javn­leiki. Harvið er FC Suðuroy komið á stiga­talvuna.
NSÍ vann í 2. umfari 2-0 á heima­vølli ímóti TB. Ímóti FC Suðuroy var spælbýtið meiri til heimaliðið, enn tað var, tá ið TB vitjaði, men hesa ferð var úrtøkan hjá gestunum størri. FC Suðuroy misti í fyrsta umfari á stokkinum í Gundadali ímóti B36. Ta ferðina hevði FC Suðuroy upplagdar møguleikar at skora fleiri mál. Í Runavík var ikki talan um sovornar møguleikar hjá FC Suðuroy.

HB misnýtti
gyltan møguleika
Í fjør spældu KÍ og HB eina ferð í Klaks­vík, og tá var úrslitið 2-2. Skíris­dag var úrslitið 1-1.
HB hevði gyltan møguleika eitt korter undan leikloki at leggja seg á sigurskós, men Andras Gango í KÍ málinum vardi fyri brotssparkinum hjá Fróða Benjaminsen.
Síðstu løtuna royndi KÍ við ágang­andi spæli at trýsta gestirnar, og tað vóru spentar støður.
Talan var ikki um dramatiska uppgerð. Kortini endaðu tríggir spælarar á sjúkrahúsinum. Sera væl upplagdi Símun Samuelsen hjá HB varð tíðliga í 2. hálvleiki borin av vøllinum, eftir at hann hevði heilsað upp á stólpan aftanfyri Andras Gango, og Álvur F. Christiansen og Kristoffur Jakobsen hjá KÍ fóru stutt undan leikloki av vøllinum eftir samanbrest í sambandi við deyð­bólts­støðu í KÍ brotsteiginum.

Soltið í Streymnesi
Tvær ferðir higartil í ár hevur EB/Streymur verið roknað sum favo­rittur á heimavølli, og í báðum før­um hevur úrslitið verið 1-1. Fyrst ímóti KÍ og Skírisdag ímóti TB, sum tryggjaði sær eitt stig í tíðini, sum dóm­arin hevði lagt aftrat, tá ið Bojan Timic umsetti brotsspark til mál.
Tá hevði alt eina løtu bent á heima­sigur. Tjúgu minuttir undan leikloki varð Tórur Mortensen rikin av vølli eftir at hava sæð gult fyri aðru ferð, og tíggju minuttir seinni eydn­aðist tað heimaliðnum at fáa úrtøku burturúr yvirvágini. Men tvøra­menn sýndu góðan moral, teir løgdu nógv fyri í álopspartinum, og tað bar fyrsta málið og fyrsta stigið við sær eftir uppflytingina.