Fótbóltslagið er einki serligt í Vági, og tað er lætt at skilja. FC Suðuroy, sum í fjør vann sær uppflyting í næstbestu deildina, er niðast á støðutalvuni við fýra stigum.
Í dýrdarveðrinum seinnapartin hevði FC Suðuroy vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Gestirnir rigga nú tit at fara til hús aftur við Smyrli, sum fer av Krambatanga klokkan 18.30.
Í fjør vann Víkingur næstbestu deildina. Higartil í ár hevur tað ikki gingið so væl. Undan ferðini til Suðuroyar hevði Víkingur í fimm dystum vunnið sjey stig. Tí er tað søt kensla hjá víkingum, nú teir hava trý stig við sær til hús aftur.
Víkingur vann 1-0. Málið skoraði Sveinur Justinussen miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hann takkaði fyri stóru gávuna, sum vertirnir serveraðu.
Serliga í fyrra hálvleiki var Víkingur greitt omaná. Gestirnir vóru skjótari og betri í samanspælinum, uttan at tað eydnaðist at vinna so nógvar upplagdar málmøguleikar. Eftir steðgin var munurin kanska ikki so stórur í spæli, men tað gekk heilt illa hjá heimamonnunum at spæla seg til málmøguleikar. Síðsta stóra korterið vóru tað bara tíggju víkingar á vøllinum. FC Suðuroy royndi at leggja trýst á millum annað við at Reidar Dahl Joensen varð fluttur fram í álopið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Sonna Højgaard í málinum hjá Víkingi, sum bjargaði meistarliga í tíðini, sum dómarin legði aftrat.
Um eina viku skal FC Suðuroy spæla á útivølli ímóti AB, og Víkingur fær vitjan av KÍ.









