Í fyrra hálvleiki var tað sera hendingarríki uppi á Brekku í Leirvík í kvøld, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36.
Undan ferðini til Leirvíkar høvdu uppflytararnir í B36 bara vunnið eitt stig í trimum dystum. Nú fýra dystir eru avgreiddir, er B36 úrtøkan framvegis eitt stig.
Í kvøld vann Víkingur 4-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Tað ber við sær, at Víkingur framvegis er topplið, og at B36 framvegis er niðast á støðutalvuni.
B36 legði seg framum 1-0, men heimaliðið svaraði so ruddiliga aftur.
Ingi Jonhardsson javnaði til 1-1. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Hann skoraði eisini í 5-0 sigrinum síðsta vikuskifti ímóti NSÍ.
Arnbjørn Svensson legði Víking framum 2-1, Bergur Gregersen økti til 3-1, og Philip Djordjevic staðfesti 4-1 sigurin við brotssparki. B36 málverjin sá reytt, tá ið hann gjørdi brotsspark.
Í seinna hálvleiki misnýtti Tonni J. Thomsen hjá Víkingi brotsspark.
Víkingur hevur 10 stig, og B36 hevur eitt stig.
Um eina viku skal Víkingur til Sands, meðan tað verður grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36.









