Finnur Justinussen skoraði longu í 7. minutti einsamalla málið fyri Víking, sum við 1-0 sigri á ÍF hevur skotið seg fram á næstfremsta plássið. Víkingur hevur í kvøld vunnið 1-0 í Sarpugerði ímóti ÍF. Sigurin ber við sær, at Víkingur er næstovast í Vodafonedeildini - eitt stig aftanfyri B36, og tapið ber við sær, at ÍF er ivaleysa tætt niðurflytingarstrikuni. Tað er bara málmunurin, sum ger, at ÍF er frammanfyri 07 Vestur.
Einasta málið skoraði Finnur Justinussen longu í 7. minutti, tá ið hann eftir frísparksinnlegg frá Sølva Vatnhamar við høvdinum sendi bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Serliga fyrra partin av 1. hálvleiki var Víkingur omaná, tá ið heimaliðið hevði lotið undan.
Eftir steðgin vóru fuglfirðingar nógv meiri bragdligir, og ÍF hevði góðan málmøguleika, men Geza Turi í Víkinga málinum stórbjargaði eftir roynd frá Dánjali á Lakjuni.
Veteranurin í ÌF málinum, Jákup Mikkelsen, harmaðist tapið, sum hann metti vera óneyðugt:
- Vit vóru undir trýsti fyrstu 10 minuttirnar, men síðani vóru vit betri við, og í 2. hálvleiki høvdu vit tak á. Mótstøðumenninir lógu aftarlaga og høvdu tak á, og so spældu teir við longum sendingum.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, var sum rímuligt er væl nøgdur, nú víkingar høvdu vunnið 1-0:
- Okkara menn stríddust væl. Talan var um tætta uppgerð, og vit eru væl nøgdir við, at vit vunnu við einum máli. Í 2. hálvleiki hava teir okkurt innlegg og horna, men vit halda teimum frá stórum møguleikum, staðfesti væl nøgdi Jógvan Martin Olsen.
Fríggjakvøldið fer Víkingur til Havnar at spæla toppdyst ímóti B36!
Víkingur-ÍF 1-0 (1-0)
1-0: Finnur Justinussen 6.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnahmar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 56.) - Finnur Justinussen (Ingi Sørensen, 90.)
Gult kort: Bárður Hansen, Evrard Blé
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Fritleif í Lambanum (Bárður á Lakjuni, 72.), Karl Løkin, Bogi Løkin, Aleksandar Jovevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Pætur á Líknagøtu, 74.) - Dánjal á Lakjuni
Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Aleksandar Jovevic, Pætur á Líknagøtu
---
Liðugt
Finnur Justinussen fór í yvirtíðini av vøllinum, og í hansara stað kom Ingi Sørensen.
90 min.
1-0
Royndirnar koma síðstu løtuna Víkingi til góða. Heimamenninir duga væl at halda upp á bóltin og at spæla ímillum sín.
Fuglfirðingar vilja fegnir hava ferðina upp, men tað gongst ikki so væl.
---
85 min.
1-0
ÍF vísir viljan at koma aftur í aftur, men tað hevur ikki eydnast fuglfirðingum síðstu løtuna at spæla seg til upplagdan málmøguleika.
Pætur á Líknargøtu hjá ÍF hevur sæð gult fyri ófantaliga takling.
--
80 min.
1-0
Seinastu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
Alexander Jovevic hevur sæð gult fyri at steðga víkingi á veg í álop.
Fótbóltslíkindini eru ógvuliga góð. Lotið er burtur, og sólin hevur hug at kaga fram. Tað eru nógvir áskoðarar í Sarpugerði, og tað kennist væl, at talan er um lokaluppgerð millum liðini hvør sínu megin Varmakeldueið.
---
75 min.
1-0
ÍF hevur framt tvær útskiftingar, sum benda á, at teir spenna álopsbogan. Bárður á Lakjuni er komin á vøllin í staðin fyri Fritleif í Lambanum, og Pætur á Líknargøtu er komin á vøllin í staðin fyri Ari Ó. Ellingsgaard.
Bogi Løkin hevur havt góða roynd, eftir at Karl Løkin hevði spælt hann leysan. Bólturin fór framvið málinum.
--
70 min.
1-0
Víkingarnir eru síðstu løtuna komnir undan trýstinum, sum teir annars hava verið undir.
Ari Ellingsgaard hjá ÍF hevur sæð gult fyri brot ímóti Bárði Hansen.
---
65 min.
1-0
ÍF hevur funnið pláss á miðásinum, har teir bjóða av kring verjukenda miðvallaran hjá heimaliðnum. Framrættaði ÍF miðvallarin, Bogi Løkin, er lyklamaður í uppspælinum, hann bjóðar av, og hann hevur fínar skotroyndir.
Evrard Blé hevur sæð gult fyri at fella Boga Løkin.
Eftir innlegg frá Fritleif í Lambanum úr høgru sendi Dánjal á Lakjuni bóltin í tvørtræið.
Víkingur er undir stórum trýsti!
---
60 min.
1-0
Víkingur hevur skift út: Kaj Leo í Bartalsstovu er komin á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus, sum eftir nærdyst tóktist hava trupulleikar.
ÍF hevur aftur havt eitt hornaspark, sum ikki kom orduliga innfyri. Hetta var fjórðu ferð, at teir søplaðu so góðan møguleika.
--
55 min.
1-0
Eftir frísparksinnlegg frá Sølva Vatnhamar hevur Finnur Justinussen havt góða roynd ímóti ÍF málinum, men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga, áðrenn bólturin varð beindur út til horna.
---
50 min.
1-0
ÍF er ágangandi, og Geza Turi hevur bjargað dupultan møguleika, tá ið Dánjal á Lakjuni royndi seg eftir samanspæl við Boga Løkin.
Ongar broytingar eru á liðunum. Lotið, sum var frískt í 1. hálvleiki, er minkað nakað.
---
45 min.
Hálvleikur
1-0
Víkingur hevði tamarhald á fyrra partin av hálvleikinum, men síðani hevur ÍF roynt at svara aftur, og alt er framvegis opið. Spurningurin er, hvussu tað fer at laga seg, tá ið ÍF fer at hava lotið undan.
--
40 min.
1-0
Víkingur er ágangandi, og Jákup Mikkelsen hevur fleiri ferðir bjargað, eitt nú eftir at fríspark eru send innfyri.
---
35 min.
1-0
Gongdin er tann sama. Víkingur hevur lotið undan. Heimaliðið hevur nógv fólk frammarlaga á vøllinum, og ikki minst Hans Jørgen Djurhuus er sera framrættaður innarlaga á vøllinum, og tað ber pláss við sær til vinstra vongverjan Hanus Jacobsen, sum ofta er frammarlaga.
---
25 min.
1-0
Fuglfirðingarnir eru ernaðir. Dánjal á Lakjuni er einsamallur í fremstu røð, og hann bjóðar stóru monnunum í miðverjuni hjá Víkingi av.
Leikferðin er høg, og tað sæst aftur í nógvum mistøkum.
---
15 min.
1-0
ÍF legði bragdligari fyri, enn fuglfirðingar hava verið nógvu av undanfarnu ferðunum í ár. Tað var tó stórur skelkur hjá teimum, tá ið heimaliðið legði seg á odda, og síðani hevur Víkingur verið omaná. Víkingur hevur pressað frammarlaga, og tað hevur eydnast væl, uttan at tað hevur eydnast at spæla seg til málmøguleikar.
--
7 min.
1-0: Finnur Justinussen 7.
Eftir uppspæl úr høgru og yvirum, legði Hanus Jacobsen innfyri, og so stýrdi Finnur Justinussen bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Víkingur-ÍF kl. 19.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnahmar, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus - Finnur Justinussen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Bogi Løkin, Alexander Jovevic, Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni