Víkingur vann steypið til ognar

Vatnhamar brøðurnir á Víkinga liðnum syrgdu fyri at Víkingur vann Stórsteypið til ognar

Árligi stórsteypadysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá farna kappingarárið, var í kvøld leiktur. Dysturin í ár var millum tey bæði Víking og KÍ.

 

Endaliga úrslitið av dystinum var, at Víkingur vann dystin 2-1, eftir at teir høvdu verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Avgerandi málið kom ikki fyrrenn ein minutt áðrenn leiklok, tá ársins leikari frá í fjør, Sølvi Vatnhamar, avgjørdi tað fyri Víking.

 

Um dystin kann sigast, at talan var um ein javnt spældan dyst. KÍ legði betur út í báðum hálvleikunum, men Víkingur fótaði sær seinna partin av báðum hálvleikunum. Sjey minuttir undan hálvleiki legði Víkingur seg á odda við máli frá Gunnar Vatnhamar, sum rann seg frían eftir frálíka sending frá beiggjanum, Sølva Vatnhamar.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað KÍ at javna, tá ein av nýggju monnunum, Dion B. Splidt, smekkaði bóltin í málið framvið Elias Rasmussen í Víkinga málinum. Talan var tó um skot sum Víkinga málverjin skuldi havt bjargað.

 

Tað sá leingi út til at tað skuldi enda við javnleiki og brotssparkskapping, men ein minutt fyri leiklok, avgjørdi Sølvi Vatnhamar dystin fyri Víking, tá hann stóð á rætta staðnum eftir innlegg úr høgru síðu.

 

Við sigrinum hevur Víkingur nú vunnið Stórsteypið til ognar, og hava teir vaska keðiligu úrslitini av sær frá klaksvíkskappingini seinasta vikuskiftið, tá teir taptu báðar dystirnar greitt.

 

Víkingur - KÍ 2-1 (1-0)

1-0 Gunnar Vatnhamar, 38.

1-1 Dion B. Splidt, 48.

2-1 Sølvi Vatnhamar, 89.