Víkingur vann á Sandi

1.DEILD: Ein spælari á hvørjum liðnum sá reytt

Víkingur vann 2-1, tá ið felagsliðið í Eysturkommunu í kvøld vitjaði á Sandi. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Símin Hansen legði heimaliðið framum við brotssparki í tíggjunda minutti.

Gestirnir svaraðu aftur, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá javnaði Finnbjørn Hansen og nakrar minuttir seinni skoraði Magnus Heinason tað, sum vísti seg at vera Víkinga sigursmálið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki sá Ási Rasmussen hjá Víkingi beinleiðis reytt fyri takling.

Eftir dystarlok sá B71 venjarin og málskjúttin í kvøld, Símin Hansen, reytt fyri at mótmæla.

 

Víkingur er nú á fimta plássi við 22 stigum, og B71 er á sætta plássi við 21 stigum.

 

Mikukvøldið vann Skála 5-2 á heimavølli ímóti NSÍ.

Í morgin eru tríggir teir síðstu dystirnir í fjúrtanda umfari: KÍ – Giza Hoyvík, ÍF – Suðringar og B68 -HB.