Tað hevur alt ár gingið væl hjá besta Víkinga liðnum, og nú gongur tað eisini væl hjá næstbesta liðnum. Í kvøld vann Víkingur á heimavølli í Leirvík 2-1 á Skála. Hetta var triðja ferðin á rað, at Víkingur vann fulla úrtøku.
Hjá Skála gekk tað leingi væl undan summarsteðginum, men nú er stígur komin í. Mikukvøldið endaði tað við javnleiki á heimavølli ímóti FC Hoyvík, og í kvøld endaði tað við tapi í Leirvík.
Skála legði seg á odda, tá ið lítið korter var farið av 2. hálvleiki, men Víkingur javnaði, og sigursmálið til heimaliðið syrgdu skálamenn eisini fyri.
Víkingur-Skála 2-1 (0-0)
0-1: Markus Olsen 58.
1-1: Páll Klettskarð 72.
2-1: sjálvmál 76.
Støðan
AB 36
TB 35
FC Suðuroy 34
NSÍ 25
Skála 24
Víkingur 21
FC Hoyvík 17
EB/Streymur 15
HB 14
07 Vestur 0
FC Suðuroy hevur spælt 14 dystir, AB, NSÍ, 07 Vestur, Víkingur og Skála hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 15 dystir.
Mikudagin 10. august
FC Hoyvík-FC Suðuroy










