TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Brand Jacobsen, formann í Víkingi í sendingini "Gullradio" á Rás2.
Fyri Brand Jacobsen og hini oddafólkini í Víkingi, sum hava sett sær stór mál er tað ein stórur lætti, at FM-heitið loksins er komið í hús hjá Víkingi.
Brandur Jacobsen og øll hini í Víkingi hava eisini upplivað sorg í ár, tá næstformaðurin, Ólavur Olsen, sum hevði sera stóran týdning fyri Víking doyði fyrr í ár. Á vøllinum hevur eisini verið talan um eitt ár við skaðum og afturstigum, men tað endaði væl á vøllinum, tá samanum kom.
Brandur Jacobsen leggur dent á, at tað eru tey mongu, sum taka eitt tak fyri Víking, sum hava gjørt tað møguligt hjá felagnum at røkka hægsta tindinum.










