Víkingur vann Løgmanssteypið

Víkingur byrjaði bragdligari og Hans Jørgen Djurhuus skoraði til 1-0 eftir bara sjey minuttum. Men sjey minuttir seinni svaraði EB/Streymur aftur, tá Pauli G. Hansen skoraði til 1-1.

 

Rundan um sítt mál vísti EB/Streymur góðar taktir, men samanumtikið hevði Víkingur tó munin í fyrra hálvleiki, tí liðið var meira ágangandi í sínum spæli og tóktist megna meira.

 

Seinni hálvleikur var nóg illa komin í gongd, so hevði Andreas Lava Olsen økt til 2-1 fyri Víking, sum somuleiðis hevði munin so at siga allan seinna hálvleik.

 

Spennandi endi

Tá so Finnur Justinussen skallaði til 3-1 í næstsíðsta minutti, tóktist alt avgjørt. Men Arnbjørn Hansen fekk í 90. minutti víst sítt máltev, tá hann minkaði til 3-2.

 

Teir fýra minuttirnir, sum vóru lagdir aftrat, gjørdust sera spennandi, tí EB/Streymur spenti bogan høgt og hevði millum annað skot á stongina, men kom tó ikki nærri enn tað.

 

Sostatt vann Víkingur nýggja Løgmanssteypið, ið Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eftir dystin kundi handa liðformanninum hjá Víkingi, Niclasi Niclasen.

 

Í kvøld klokkan 22.45 verða nýklaktu steypavinnararnir úr Leirvík og Gøtu heiðraðir í Miðlahúsinum.