Víkingur vann í Klaksvík

Sigursmálið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat

Tað er ikki ókent, at næstbesta liðið hjá KÍ missir á stokkinum. Fyri ikki so langari tíð síðani snaraðist støðan lítla løtu undan leikloki at vera á sigurskós til í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, til tap ímóti Giza Hoyvík.

 

Í dag átti KÍ heimavøll ímóti grannunum í Víkingi. KÍ var undan dystinum næstfremst við 39 stigum, og Víkingur var á fimta plássi við 32 stigum. Tað gekk javnt á. Víkingur vann 1-0, og sigursmálið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Áðrenn klaksvíkingar góvu bóltin upp aftur, bríkslaði dómarin dystin av.

Einsamalli málskjúttin var 19 ára gamli Fannhard Skoradal.

Úrslitið ber við sær, at Víkingur nú er á fjórða plássi við 35 stigum – fýra aftanfyri B68 og KÍ.