Víkingur vann bronsuna

27. og síðsta umfarið í 2009 kappingarárinum er liðugt. Stóri spenningurin undan síðsta umfari var, hvør fór at vinna bronsumerkini. Víkingur var favorittur, og tað eydnaðist samansetta liðnum hjá Gøtu og Leirvík at vinna 1-0 á Argjum. Kappingarneytin var B68, sum ikki megnaði meiri enn 1-1 í Gundadali ímóti B36.

HB, sum síðsta sunnudag tryggjaði sær FM heitið, hevur í regni og ikki serligum líkingum fingið handað FM steyp og gullkrónur. Hetta er 20. FM heitið, sum HB hevur vunnið. Tað vóru ikki nógvir áskoðarar, og tey, sum vóru kring vøllin, vóru viðhaldsfólk hjá meistarunum.

Tað hevur í nakrar vikur verið greitt, at 07 Vestur fór at flyta niður. Í dag vórðu tveir 07 Vestur spælarar vístir av vølli. Stutt undan steðginum varð Tamba vístur út, og í 2. hálvleiki sá Mourits Lewis reytt fyri at hevna seg.

Í Klaksvík varð endaliga staðfest, at KÍ næsta ár skal spæla í næstbestu deildini. EB/Streymur vann 2-0. Samansetta liðið hevði undan síðsta umfari tryggjað sær silvurmerkini.

Síðsti dysturin í hesum kappingarárinum var tann í Fuglafirði, har NSÍ vitjaði. Orsaka av vánaligum líkindum var fyrsta bríkslið í Fuglafirði ikki fyrrenn klokkan 15.30.

Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki, men 2. hálvleikur var málríkur.

NSÍ vann 3-1, og harvið er tað greitt, at tað verður NSÍ og ikki B68, sum fer at luttaka í europeisku kappingini næsta summar.

VB/Sumba og B71 fara at loysa KÍ og 07 Vestur av í bestu deildini.

 

Støðan eftir 27 umfør

HB 55

EB/Streymur 50

Víkingur 47

NSÍ 44

B68 43

AB 34

ÍF 30

B36 28

KÍ 24

07 Vestur 19