Víkingur hevur fult stigatal eftir tvey umfør, og EB/Streymur hevur eitt stig ella fimm færri enn Víkingur.
Uppgerðin í Sarpugerði í kvøld millum Víking og EB/Streym endaði við 2-1 sigri til heimaliðið, sum var frammanfyri 1-0 eftir 1. hálvleik.
Eftir at Víkingur hevði lagt seg framum aftur miðskeiðis í 2. hálvleiki, hevði EB/Streymur nógv spæl og fleiri góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora. Størsta heiðurin fyri tað eigur Víkinga málverjin Geza Turi, sum var ein sannur brandur millum stólparnar.
Tá heimaliðið tíggju minuttir undan steðginum legði seg á odda, skrásetti dómarin tað at vera sjálvmál, tí Sorin Anghel var síðstur á bóltinum. Støðan upp undir málið stóðst eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram.
Stutt eftir steðgin var tað Arnbjørn Hansen, sum við góðum stútari javnaði til 1-1, og so var tað, at miðvallarin Evrard Blé við høvdinum og eftir hornasparksinnlegg skoraði sigursmálið fyri Víking.
Víkingur-EB/Streymur 2-1 (1-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: sjálvmál 35.
1-1: Arnbjørn Hansen 53.
2-1: Evrard Blé 69.
Víkingur: Geza Turi Báður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Evrard Blé, Niclas Niclasen (Ingi Sørensen, 87.) - Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Fritleif í Lambanum, 74.), Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Egil Zachariasen, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen (Arnar Dam, 28.), Poul G. Hansen (Pauli G. Hansen, 80.)- Leif Niclasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen
Gult kort: Poul G. Olsen, Arnar Dam
67 min.
2-1: Evrard Blé
Kaj Leo í Bartalsstovu sendi horna innfyri úr høgru, og Evrard Blé var hægstur og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
Lítla løtu eftir, at heimaliðið hevði lagt seg á odda, var um reppið, at EB/Streymur svaraði aftur, men enn eina ferð stórbjargaði Geza Turi, sum í kvøld er besti maður á heimaliðnum.
65 min.
Støðan er framvegis 1-1.
Víkingur-EB/Streymur kl. 17.30
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Geza Turi Báður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen Evrard Blé, Niclas Niclasen - Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Egil Zachariasen, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Poul G. Hansen - Leif Niclasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen
Nú er støðan 1-1 í Sarpugerði. Tíðliga í 2. hálvleiki hevur EB/Streymur javnað.. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru og stútara úr vinstru og upp á tvørs.
EB/Streymur hevur lagt nógv fyri eftir steðgin, og lítla løtu eftir málið høvdu teir aftur stóran møguleika, sum tó varð blokeraður av Víkingaverjuni.
--
Fyrsti dysturin í 2. umfari í bestu fótbóltsdeildini er í løtuni í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur hevur vitjan av EB/Streymi.
Fyrsta bríkslið var klokkan 17.30, og nú teir eru farnir at hvíla seg, er heimaliðið frammanfyri við einum máli. Málskjútti var miðverjin Erling Jacobsen. Talan var um hornasparksstøðu og so eitt sindur av aftur og fram, áðrenn miðverjin var leysur og skoraði.
Talan er um tætta uppgerð, og EB/Streymur hevur havt fleiri stórar málmøguleikar. Geza Turi hevur verið ein orduligur brandur í Víkinga málinum.
Líkindini at spæla eru hampulig. Tað er turt, og sólin hevur hug at kaga undan, men høgættarlotið argar spælið eitt sindur, og tað er ógvuliga kalt í Sarpugerði.