Fyri aðru ferð í ár verður oyggjauppgerð millum NSÍ og Víking við Løkin í Runavík. Grannarnir hava dystast tvær ferðir fyrr í ár, og NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku. 4-2 á heimavølli og 3-2 á útivølli.
Í Runavík var heimaliðið frammanfyri 4-0, áðrenn Víkingur í seinna hálvleiki skoraði tvey mál.
Í Gøtu var Víkingur frammanfyri 2-0, áðrenn NSÍ svaraði aftur í seinna hálvleiki og skoraði trý mál.
Fyri einari viku síðani tapti Víkingur steypafinaluna. Mikukvøldið vann Víkingur 1-0 á Skála, og møguleikin at vinna seg í europeisku kappingina næsta summar er ikki burtur.
Treytin er, at Víkingur vinnur allar fýra dystirnar, sum eru eftir. Um tað eydnast, og um NSÍ vinnur í mesta lagi ein dyst aftrat, so sleppur Víkingur aftur upp í part í Europa.
NSÍ vann síðsta sunnudag 4-1 í Trongisvági. FM møguleikin er ikki horvin, hóast NSÍ ikki longur hevur hann í egnum hondum. Úrslitini á heimavølli eftir summarsteðgin hava kostað. 1-1 ímóti HB, 0-3 ímóti B36 og 0-1 ímóti KÍ.
Við sigri á grannunum í dag fer NSÍ at tryggja sær rætt til næsta summar at luttaka í europeisku kappingini. Og so verður setningurin at taka næstfremsta plássið og kanska toppin, sum inntil fyri tveimum vikum síðani var bara tvey stig burtur.
Hjá NSÍ er vongverjin Pætur Hentze langtíðarskaddur, og hjá Víkingi er miðvallarin Bogi Reinert Petersen leikbannaður.